Hetta er ein sera einføld skipan at fáa ruddað upp og út í okkara tingum, ið kann gerast rein sálarbót fyri okkum
Hvat gleðir teg í februar? Eg gleði meg til eina nýggja sesong. Eg haldi, tað er so stuttligt at síggja eitt nýtt rák, sum stendur fyri durum. Tað er so nógv spennandi at síggja fram til. Eitt er, at dagarnir gerast longri. Várið er eisini ein góð árstíð, ikki bara tí eg havi føðingardag í apríl, men nú kemur alt fram, sum vit hava sáað.
Sum eg dugi at síggja, so er tað nýggja rákið fyri 2018 so vakurt. Tað gleðir meg at síggja so nógvar litir. Ein litur, vit koma at síggja nógv til, er sírenaliturin. Tann litin hevur mær altíð dámt væl.
Eg haldi ikki, ein skal skifta alt út í heiminum og í garderobuni, bara tí vit koma inn í eina nýggja sesong. Tá ið tað er sagt, so er tað altíð gott at rudda upp. Fyri nógvum árum síðani var eg á skeiði hjá Karen Kingston, sum hevur skrivað væl umtóktu bøkurnar Ryd op! Space clearing! Tað var sera spennandi og gott skeið.
Fyri nøkrum árum síðani keypti eg bókina Magisk oprydning, sum japanska Marie Kondo hevur skrivað. Í bókini skrivar Marie Kondo um ein arbeiðshátt til upprudding, sum eitur KonMari, ið er hennara kelinavn. Eg eri sera hugtikin av KonMari-háttinum, tí hann er so lívgandi og nógv øðrvísi enn alt annað, eg havi lært.
Bólking og raðfesting
Regla nummar eitt í KonMari-háttinum er, at ein skal byrja við at koyra alt burtur, sum ikki gevur einum gleði (spark of joy, sum hon kallar tað), og síðan bólka tingini, sum eru eftir.
Byrja við at rudda tað upp, sum kennist lættast fyri ein. Tað kann til dømis vera í klædnaskápinum, bøkur, pappír ella smálutir.
Alt sum hevur kensluvirðir, til dømis myndir og ting tú hevur fingið, ruddar tú upp í til síðst.
Júst nú kanst tú so gera tína vetrargarderobu várlekra. Ikki soleiðis, at tú skalt koyra alla vetrargarderobuna til Blákross, men nú kanst tú miksa okkurt litríkt ella blomstrut við einari ulltroyggju. Tað ein ikki passar meir ella sum ikki gevur einum gleði at lata seg í, koyrir ein til Blákross ella í Rótikassan.
Do‘s
Nú hevur tú so eisini pláss fyri onkrum nýggjum. Keyp tað, sum kemur at geva tær gleði at hava í skuffuni. Og heldur eitt lekkurt plagg av góðari dygd enn tíggju nýggj pløgg.
Dont‘s
Læt teg ikki lokka í felluna av bráðkeypi! Vit kenna øll, tá ið vit verða freistaði av einum góðum tilboði, ella eg geri tað. Tú hevur eisini uttan iva roynt tað at funnið okkurt í skápinum, sum tú bert hevur verið í eina ferð.
Eg meini ikki, tú skalt koyra klæðini burtur, men t.d. selja tey í Rótikassanum.
Sambært KonMari-háttinum gera tey flestu tann feilin at rudda upp í einum rúmi ísenn. Ein skal heldur hyggja upp á øll klæðini ein eigur, allar vasarnar, allar ljósastakarnar og so framvegis. Tað vil siga ein bólk í senn og síðan staðseting. Um vit bert rudda eitt stað ísenn, gerast vit ongantíð liðug, og tí koma vit í eina negativa ringrás og blíva við at gera sama arbeiðið umaftur og umaftur.
Finn eitt stað til alt
Regla nummar tvey sambært KonMari-arbeiðsháttinum er, at ein finnur eitt serligt pláss til alt. Til dømis skulu klæðini ikki spjaðast um alt heimið, men í eitt klædnaskáp. Somuleiðis skulu hvørt húsfólk hava teirra egna pláss. Tað vil siga, at leikurnar og bøkurnar hjá børnunum skulu hava eitt fast stað, so øll vita, hvar tað eigur at standa.
Sambært Marie Kondo gevur hennara uppruddingarháttur eina góða ávirkan á sinnið hjá okkum. Hon meinar eisini, at tað gerst lættari hjá okkum at taka avgerðir og sjálvsálitið hjá okkum veksur, tá ið vit hava tikið støðu til alt, vit hava rundan um okkum.
Tað sum eg haldi vera so deiliga einfalt við KonMari-arbeiðsháttinum er, at talan er tveir reglar. Tann eini er koyr burtur/sel/gev tingini víðari, og regla nummar tvey er finn eitt pláss til øll tingini í húsinum. Koyr burtur og tak støðu til, hvar tingini, sum tú eigur, skulu vera.
Hjá mær er bert eitt at siga: Eg eri fjeppari av KonMari-arbeiðsháttinum. Lat teg í arbeiðshandskarnar og kom í gongd!
Tit kunnu síggja meira til Marie Kondo á m.a. youtube.
Mynd: Marie Kondo