Ongi úrslit

Ein egghvøss Margretha drotning setti journalist uppá pláss

DR-vertur varð rættaður fleiri ferðir, meðan hann hevði samrøðu við drotningina í samband við hennara 81-ára føðingardag

Sigurjón Einarsson
20 tímar síðan

Hóast Margretha drotning er blivin 81-ára gomul, so er hennara minnið enn gott.

Tað mátti DR-verturin Adrian Hughes sanna, tá hann hevði samrøðu við drotningina í samband við hennara føðingardag í síðstu viku. Drotningin var við í sendingini á danska P1, Klog på Sprog, har tosað varð um hennara stóra kærleika til danska málið.

Og tað gekk ikki heilt eftir vild hjá vertinum, tí fleiri ferðir varð hann settur uppá pláss av drotningini, tí hann ikki hevði skil á sínum faktaupplýsingum. Hetta hendi millum annað, tá verturin vil vísa Margrethu eitt brot úr einum tíðindafundi frá Havesalen á Fredensborg í 1972.

- Hatta er ikki frá Havesalen. Hatta brotið er frá Teatersalen – ein salur, sum vit ikki brúka ofta. Men vit hildu til hatta høvið, at tað var eitt gott stað at halda handan tíðindafundin. Salurin er neutralur og forstýrar ikki, ljóðaði tað frá drotningini til vertin.

Bergtikin av drotningini

DR-verturin Adrian Hughes hevur eina dagføring á sínum Facebook-vanga, har hann greiðir frá, hvussu tað er at verða settur uppá pláss av drotningini.

- Drotningin rættar meg fleiri ferðir, tí eg ikki hyggi ordiliga eftir seðlasavnskortunum, ið hon opinbart kennir betur enn eg, skrivar hann.

Ekstra Blaðið hevur verið í samband við Adrian Hughes, sum trekkir uppá smílibondini, tá hann verður spurdur um samrøðuna við drotningina.

- Tað er heilt ótrúligt, at drotningin kann minnast til eina hending, ið fekk fyri seg í 1972. Antin havi eg hugt skeivt á skjalagoymsluni hjá DR ella stóð tað bara skeivt á kortinum. Eg haldi, at tað er sera stuttligt og sera áhugavert, at hon minnist so væl, sigur Adrian Hughes við danska miðilin.

Sløsaði við fakta

Seinni í samrøðini fær DR-verturin aftur kærleikan at føla, tá hann nevnir, at tá brúgvin um Stórabelt varð vígd í 1998, so var stórt gildi á Sprogø.

- Nei, tað var tað ikki. Hátíðarhaldið var í Korsør, er skjóta aftursvarið frá drotningini.

Adrian Hughes greiðir frá, at eftir hann varð settur uppá pláss av drotningini, so minnist hann gott, at hátíðarhaldið gekk fyri seg á Korsør-síðuni. Samstundis er hann sera bergtikin av, at drotningin minnist so væl.

- Eg haldi, at tað er sera stuttligt, og eg sigi eisini við hana, at eg fari at klippa hetta úr samrøðuni, men tað var ov stuttligt til ikki at hava við, sigur Adrian Hughes.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

Í gjár kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01