Ein dýrur umgangur hjá bilførara í Vágum
Hann varð tikin í Miðvági í gjár
Áki Bertholdsen
16. apríl 2024 kl. 08:40
Í gjár var løgreglan rundferð í Vágum og har fingu tey illgruna til ein bilførara í Vágum. Hetta var beint eftir døgurða í gjár. Løgreglan sigur, at bilurin varð steðgaður, og tá ið bilførarin varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði ikki rætt at koyra bil tí hann hevði einki koyrikort.
Men løgreglufólkini fingu eisini illgruna um, at hann var ikki edrúur og tí varð hann kannaður fyri tað. Og tann kanningin vísti, at hann var ávirkaður av rúsevnum.
Sostatt er hann eisini skuldsettur fyri rúsevna-koyring. Síðani varð blóðroynd tikin av honum og nú verður bíðað eftir úrslitinum av henni.
Tað er dýrt at koyra við ongum koyrikortið. Fyrstu ferð, ein bilførari verður tikin fyri tað, er bótin 5.000 krónur.