Ein dýr samgonga

Fyrsta árið hjá samgonguni er kostnaðurin av miðfyrisitingini hækkaður líka nógv sum alt seinasta valskeið 2019-2022.

Bárður Á Steig Nielsen
23. august 2024 kl. 10:01

Pengarnir skulu brúkast til vælferð, heldur enn umsiting.

Hóast haldførið var høvuðstema, tá CEF-samgongan varð skipað, byrjaði samgonguskeiðið við at økja talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum úr sjey upp í níggju, og nógv bleiv gjørt burturúr, at hetta var fíggjarliga skynsamt og fór ikki at krevja fleiri starvsfólk í miðfyrisitingini. Sjálvur segði løgmaður, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri almennar skattakrónur.

Nú tølini fyri fyrsta árið hjá samgonguni eru komin er miðfyrisitingin hækkað úr kr. 110,9 mió. uppí kr. 117,9 mió. útvið kr. 7 mió. eftir einum árið. Meðan tað hjá undanfarnu samgongu hækkaði við 2,5 mió. um árið. 

Brúkið heldur pengarnar til vælferðina, so borgarin fær gagn av okkara skattakrónum.

Bárður Á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum