Ein broyting í nevndini í MáF

Meginfelag Áhugaleikara Føroya hevur havt aðalfund

Nevndin í MáF - frá vinstru: Arnfinnur Nesá, Ebba Sofía Kruse, Noomi Reinert, Mariann Johansen, Ann Mari Jaspursdóttir, Vígdis Tindskarð Klein og Jann í Giljum.
MáF
19. mars 2024 kl. 22:40

MáF hevur júst havt aðalfund, og har fekk felagið nýggja nevnd

Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Noomi Reinert, Mariann Johansen og Hanus Gregersen. Harumframt skuldu nýggir varalimir veljast.

Noomi Reinert og Mariann Johansen stillaðu upp aftur, og tær vórðu báðar afturvaldar. Hanus Gregersen stillaði ikki upp aftur. Nývald í nevndina varð Ann Mari Jaspursdóttir frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Frammanundan sita Arnfinnur Nesá og Ebba Sofía Kruse eisini í nevndini.

Nývaldur varalimur bleiv Jann í Giljum frá nýligani endurstovnaða Stranda Sjónleikarafelag. Vígdis Tindskarð Klein bleiv afturvald, og Louis Poulsen stillaði ikki upp aftur.

Í nýggju nevndini í MáF eru nú:

Arnfinnur Nesá – frá Sjónleikaradeildini í Losjan Glotti

Ebba Sofía Kruse – frá Dramaverkstaðnum

Noomi Reinert – frá Sjónleikaradeildini í Losjan Glotti

Mariann Johansen – frá Suðuroyar Sjónleikarafelag

Ann Mari Jaspursdóttir – frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag

Varalimir eru:

Vígdis Tindskarð Klein – frá Havnar Sjónleikarfelag

Jann í Giljum – frá Stranda Sjónleikarafelag

Nevndin skipar seg í næstum.

MáF takkar fyrrverandi nevndar- og varalimi, og bjóðar nýggju nevndar- og varalimi vælkomin í nevndina.