Seinnapartin í gjár, tá ið fólk fara aftur til húsar eftir loknan arbeiðsdag, var løgreglan Millum Fjarða og gjørdi ferðmátingar.
Løgreglan sigur, at har vórðu tríggir bilførarar tiknir - og teir koyrdu alt ov skjótt.
Tveir bilførarar vórðu skrásettir fyri at koyra beint yvir 101 kilometrar um tíman, sum er markið fyri at fáa klipp í koyrikortið. Umframt at fáa klipp í koyrikortið, fingu teir eisini 2.000 krónur í bót.
Tann triði bilførarin er skrásettur fyri at koyra ímillum 110 og 111 kilometrar um tíman.
Hann fær 2.500 krónur í bót og hann fær eisini klipp í koyrikortið. Hevði hann koyrt eitt vet skjótari, so at hann kom upp á 111 kilometrar um tíman, hevði hann mist koyrikortið treytað og hevði sostatt verið noyddur at tikið tað um aftur.