Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan kannað ferðsluna fleiri staðni. Í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Annars gjørdi løgreglan eisini ferðslukanningar í Skopun og í Kollafjørði, men tað var hugaligt, tí har varð eingin bilførari tikin.
Fleiri staðni hava fólk stóran ampa av at ungir dreingir liggja og koyra runt á prutli seint á kvøldið og um náttina.
Tað órógvar náttarfriðin og tí verður javnan ringt til løgregluna at kæra sína neyð. Aftur í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna úr Miðvági tí tey fingu ikki náttarfrið.
Løgreglan fór vestur, men tað er ein løta at koyra, so tá ið løgreglan kom fram, vóru eingi prutl at síggja.
Løgreglan sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum er ringur at koma til lívs, tí tað tekur eina løtu at koma fram, so tá ið løgreglan er komin fram, eru tey aloftast horvin aftur.