Ein bilførari misti koyrikortið - og sjey fingu klipp

Løgreglan hevði nógv arbeiði av ferðsluni í gjár

Áki Bertholdsen
8. august 2024 kl. 07:53

Í gjár gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna - og tað var heldur ikki til fánýtis, tí tilsamans vórðu átta bilførarar tiknir.

Og teir vórðu allir tiknir fyri lógarbrot, sum vóru so mikið stór, at sjey av teimum fingu klipp í koyrikortið, og ein misti koyrikortið á staðnum

Løgreglan sigur, at í Klaksvík fekk ein bilførari bót, og klipp í koyrikortið tí hann hevði eitt barn í bilinum, uttan at hava syrgt fyri, at tað sat í trygdarbelti.

Í Havnini fingu fýra bilførarar bót, og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu. Og á Marknagilsvegnum í Havn fekk ein bilførari bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra, hóast hann hevði reytt ljós.

á Fuglafjarðavegnum, har tað er loyvt at koyra 80, fekk ein bilførari bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra 106.

Svartast sær tað út hjá einum bilførara, sum var tikin á landsvegnum við Funningsgjørð, tí hann koyrdi heilar 136 kilometrar av staðnum. Tað merkir, at hann misti koyrikortið á staðnum og harafturat fær hann einar 4.500 - 4.000 krónur í bót.