Síðsti dysturin í fimta umfari í bestu landskappingini verður klokkan 18 í kvøld. Tða fær B68 vitjan av 07 Vestur. Meðan 07 Vestur hevur 7 stig og við sigri í kvøld fer at lyfta seg fram á fjórða plássið, so er tað ikki eydnast B68 higartil at vinna fulla úrtøku. B68 er næstaftast við einum stigi.
Ein av teimum mongu nýggju spælarunum í Vágum er Magnus Isager. Verjukendi 19 ára gamli danski spælarin var við í trimum teimum fyrstu dystunum. So varð hann skiftur inn í eitt korter, tá ið 07 Vestur vann 1-0 í Fuglafirði. Í 2-2 dystinum í Gundadali ímóti B36 var hann ikki við. Hann er skaddur í lærkrikanum, og tað verður roknað við, at hann verður uttanfyri í tríggjar vikur.
Hjá 07 Vestur er miðverjin Sonni Ragnar Nattestad leikbannaður eftir reyða kortið í Gundadali.
Hjá B68 eru Esmar P. Clementsen og Karstin Clementsen skaddir. Jónas Warner, sum var við í trimum teimum fyrstu dystunum í ár, er fyribils givin at spæla fótbólt.
B68 – 07 Vestur: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00