Skulu Føroyar gerast grønar, má samfelagið elektrifiserast, sigur stjórin. Tað hava serfrøðingar og politikarar staðfest fleiri ferðir seinastu árini, sigur Leivur Holm, stjóri í Leif Mohr.
– Og við næstan hundrað ára royndum innan elektrisitet, eru vit væl ílatin til hesa uppgávuna, leggur hann afturat, nú hann kunnger, at fyritøkan fer at veita grøna orku.
– Vit mugu lyfta okkara part av ábyrgdini, sigur stjórin, sum hevur góða undirtøku fyri nýggju kósini millum starvsfólkini.
– Vit í starvsfólkahópinum eru sera spent uppá at lyfta hesa uppgávuna, siga Kenneth Johannessen, tekniskur stjóri og Bjarni Kjærbæk, søluleiðari.
Framtíðin er grøn - og elektrisk
Elektrifiseringin av samfelagum er umráðandi, um vit skulu náa málinum um at gerast grøn áðrenn 2030. Tað hava serfrøðingar og politiska skipanin staðfest.
Tí uttan at elektrifisera samfelagið fyrst, fer grøna elorkan, vit framleiða, til spillis, um bilarnir, hitaskipanir og onnur tól framvegis nýta eitt nú olju.
– Málið er sostatt seta so nógvar løðistøðir, sólpanel og hitapumpur upp, sum til ber, sigur Leivur Holm.
Í tí sambandi hevur Leif Mohr fingið avtalu við týska Viessmann, sum hevur eina hitapumpu, sum ein nýggj kanning vísir, er ein tann besta á marknaðinum
– Vit fáa nógvar fyrispurningar um hitapumpur og løðistøðir til elbilar, so vit merkja avgjørt eisini, at hetta er nakað, vit hava undirtøku fyri millum okkara viðskiftafólk, sigur Bjarni Kjærbæk, søluleiðari.
Leif Mohr varð stovnað í 1935, og er sostatt ein av elstu fyritøkunum í landinum.
– Skalt tryggja eina gamla fyritøku í eini tíð, har alt broytist so skjótt, sum tað ger, mást tú tora at hugsa nýtt.
– Og eg meti, at við nýggju og grønu kósini hjá fyritøkuni, tryggja vit ikki bara framtíðina hjá okkara fyritøku, men eru eisini við til at tryggja framtíðina hjá teimum, sum vit lata heimin og umhvørvið til eftir okkum, sigur Leivur Holm, stjóri.