Í sambandi við G-festivalin í Gøtu hetta vikuskiftið, eru tað túsundtals fólk, sum ferðast runt um í Gøtu - og eisini ímilum bygdir til og úr Gøtu.
Samstundis sum tað er nógv ferðsla, eru vegirnir summastaðni myrkir, og ikki serliga breiðir, samstundis sum at bilar parkera allastaðni.
Løgreglan sigur, at tey hava eisini lagt merki til, at tað eru rættiliga nógv fólk, sum eru til gongu ímillum bygdir í sambandi við G.
Men hesa tíðina er tað longu eisini vorðið rættiliga myrkt um náttina, umframt at tað hevur verið myrkt í veðrinum.
Løgreglan sigur, at tað hevur gjørt tað til ein trupulleika fyri ferðslutrygdina at tað eru so nógv fólk til gongu allastaðni, eisini ímillum bygdir, tí tað eru fá, fyri ikki at siga eingi, sum hava endurskin uppi á sær.
Løgreglan heitur tí á fólk um at hava endurskin uppi á sær, tá ið tey fara á G-festivalin í dag so at tey síggjar betri í myrkrinum.