Ein absurd komedia um at vera menniskja

"Um at vera menniskja" er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ”Sånger från andra våningen”, ”Du levande” og ”En duva satt på en gren och funderade på tillvaron”. Norski leikstjórin og leikritahøvundin Torfinn Nag  hevur skapt leikin og leikstjórnar sjálvur uppsetingina, sum hevur frumsýning á Tjóðpallinum 23. januar

Sigurjón Einarsson
13. januar 2021 kl. 08:30

Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burturúr filmstriologiini. Pallmyndin hjá Edward Fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson.

Talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum. Leikmyndirnar eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum - hóast hon er fullkomiliga absurd - nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so.

Roy Andersson lýsir sjálvur filmstriologiina sum "Ein triologi um at vera menniskja". Ein ummælari lýsti einaferð filmarnar sum: "Monty Python hittir Ingmar Bergman". Filmarnir eru tragiskir, men fyltir við kolasvørtum humor. 

Hoyr her Torfin Nag greiða frá um leikin:

Her greiðir Edward Fuglø frá um pallmyndina:

LEIKSTJÓRN OG HANDRIT:

Torfinn Nag

LEIKARAR:

Herfinnur Árnafjall

Annfinnur Heinesen

Hans Tórgarð

Hjálmar Dam

Nicolaj Falck

Kristina Sundar Hansen

Laura Joensen

Edith Dahl Jakobsen

Esther á Fjallinum

PALLMYND:

Edward Fuglø

LJÓSSNIÐGEVI:

Turpin Napoleon Djurhuus