Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burturúr filmstriologiini. Pallmyndin hjá Edward Fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson.
Talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum. Leikmyndirnar eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum - hóast hon er fullkomiliga absurd - nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so.
Roy Andersson lýsir sjálvur filmstriologiina sum "Ein triologi um at vera menniskja". Ein ummælari lýsti einaferð filmarnar sum: "Monty Python hittir Ingmar Bergman". Filmarnir eru tragiskir, men fyltir við kolasvørtum humor.
Hoyr her Torfin Nag greiða frá um leikin:
Her greiðir Edward Fuglø frá um pallmyndina:
LEIKSTJÓRN OG HANDRIT:
Torfinn Nag
LEIKARAR:
Herfinnur Árnafjall
Annfinnur Heinesen
Hans Tórgarð
Hjálmar Dam
Nicolaj Falck
Kristina Sundar Hansen
Laura Joensen
Edith Dahl Jakobsen
Esther á Fjallinum
PALLMYND:
Edward Fuglø
LJÓSSNIÐGEVI:
Turpin Napoleon Djurhuus