Tíðliga í gjáramorgunin ringd eitt fólk til løgregluna at kæra seg um, at tey hildu, at bilarnir koyrdu á strekkinum Millum Fjarða, koyrdu skjótari enn gott er.
Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið at kanna ferðsluna og tað vísti seg, at hetta fólkið hevði grein í sínum máli.
Løgreglan sigur, at upp á tveir tímar í gjáramorgunin vórðu ikki færri enn ellivu bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Og teir koyrdu alt ov skjótt, tí teir koyrdu allir yvir 100 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80.
Løgreglan sigur, at fimm bilførarar fingu bara bót, men so vóru tað eisini fýra bilførarar afturat, sum klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 111 og 120 kilometrar um tíman. Og tveir bilførarar mistu koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 121 og 130 kilometrar um tíman - og tann eini av teimum slapp akkurát undan at missa koyrikortið á staðnum. Tað merkir, at nú mugu teir taka koyrikortið av nýggjum fyri at teir framhaldandi kunnu koyra bil.
Løgreglan sigur eisini, at tann eini bilførarin, sum fekk klipp í koyrikortið, var bilførarin á einum bussi hjá Bygdaleiðum, hann koyrdi beint yvir 90 kilometrar um tíman og tað er nokk til eitt klipp, tí hann hevur bara loyvi at koyra 70 - men koyrir hann 86 kilometrar um tíman, er tað nokk til eitt klipp.