Eiler: Vit eru klárir

Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin løgdu úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár

Eiler Rasmussen er millum royndu dómararnar í føroyskum fótbólti (Mynd: Hans Erik Danielsen)
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
27. februar 2023 kl. 17:15

Komandi vikuskifti, leygardagin 4. og sunnudagin 5. mars er fyrsta umfar í Betri Deildini hjá monnum á skránni. Tað var annars farna sunnudag, tá KÍ og Víkingur spældu stórsteypadyst á Tórsvølli, at fótbóltsárið 2023 av álvara varð sparkað í gongd.

Feløgini hava óivað fyrireikað seg væl til eitt nýtt kappingarár, og tað hava dómararnir, hjálpardómararnir og dómaraeygleiðararnir eisini.

Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin løgdu dómararnir seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár, og sambært Eileri Rasmussen, ið telist millum teir royndastu dómararnar, so eru teir klárir til at taka floyta og fløgg í hond.

– Ja, vit eru klárir, og eins og onnur, so eru vit spentir til eitt nýtt kappingarár. Allir eru væl fyri kropsliga, og skeiðið, sum vit júst hava verið á, var gott. Vit hugdu millum annað eftir videoklippum, ið lærdi okkum nógv, og tað skulu vit nú royna at taka við okkum út á vøllin, sigur Eiler Rasmussen við heimasíðuna hjá FSF.

Fyrsta umfar í Betri Deildini hjá monnum byrjar leygardagin 4. mars, tá 07 Vestur og ÍF bresta saman á Dungasandi í Sørvági. Sunnudagin 5. mars eru dystirnir hesir: KÍ – TB, HB – B68, EB/Streymur – AB og Víkingur – B36.

Stórsteypadysturin hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 4. mars klokkan 17, tá KÍ og NSÍ møtast, og eina viku seinni fer landskappingin av bakkastokki.

Leygardagin 11. mars hittast 07 Vestur og KÍ, og EBS/Skála og TB/FCS/Royn, og sunnudagin 12. mars spæla B36 – HB og Víkingur – NSÍ.