Eik Bank Danmark: Sakarmálskostnaðurin var 60 milliónir krónur

Finansiel Stabilitet má skal gjalda 100 milliónir krónur, nú rættarmálið móti Eik Banka Danmark er endað. Upphæddin, sum bankin fekk í endurgjaldi, er upp á 42,6 milliónir krónur, og sakarmálskostnaðurin fyri málið er 57,5 milliónir krónur

Sveinur Tróndarson
23. juni 2020 kl. 13:25

Tað gjørdist ein dýrur umgangur hjá uppruddingarfelagnum hjá danska statinum, Finansiel Stabilitet, at fara í rættin við Eik Banka Danmark.

Tað kann staðfestast eftir at Hægstirættur í gjár kom við endaliga úrskurðinum í málinum.

Hann segði, at allir partar í málinum eru fríkendir.

Longu undan rættarmálinum var greitt, at Hans Laksá, grannskoðari, og grannskoðarafelagið Nota, vóru fríkend, tí tað hevði Eystari Landsrættur staðfest, og tað var eisini greitt, at Brian Toft, fyrrverandi stjóri í Eik Bank Danmark, eisini var fríkendur. Hetta staðfesti Hægstirættur í gjár.

Men við dóminum í gjár fríkendi Hægstirættur eisini Marnar Jacobsen, táverandi forstjóra í Eik Banka, sum var nevndarformaður í danska dótturbankanum, Henrik Ørsted, næstformann, og stjórarnar báðar, Jesper Søndberg Clausen og Kim Michael Sandberg.

Tað vil siga, at Finansiel Stabilitet skal rinda endurgjaldsupphæddina, sum teir fýra dømdu rindaðu eftir dómin í Eystara landsrætti, aftur. Endurgjaldsupphæddin var uppá 28,6 milliónir krónur, men við rentum verður upphæddin 42,6 milliónir krónur.

Harafturat skal Finansiel Stabilitet eisini rinda sakarmálskostnaðin, og tað er ein stór rokning.

Samanlagt hevur hetta rættarmálið kostað Finansiel Stabilitet 57,5 milliónir krónur, tí felagið skal gjalda sakarmálskostnaðin bæði í Eystara landsrætti og í Hægstarætti.

Tað hevur verið sera kostnaðarmikið hjá Finansiel Stabilitet at fáa endurgjald frá leiðslum og nevndum í peningastovnum. Ein uppgerð, sum er viðheft her, vísir, at samlaði kostnaðurin – higartil – er komin upp á slakar 900 milliónir krónur. Og samlaða endurgjaldið, sum Finansiel Stabilitet hevur fingið, er uppá slakar 470 milliónir krónur.