Í gjár fylti Eiðis Bóltfelag 110 ár. Í sínari tíð var EB kent hondbóltsfelag, og at kvinnurnar í ár aftur er við í bestu deildini boðar frá, at lív aftur er kyknað í hondbóltin á Eiði, har umstøðurnar eru góðar at venja og spæla, nú bygdin hevur ítróttarhøll.
Í morgun vístu eiðisdreingir, at tað eisini á mannfólkasíðuni av ávlara er við at festa í.
Steypafinalan millum U-10B dreingir var millum Kyndil c og EB, og tað var stórur spenningur og neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at EB var steypavinnari við 15 – 14 sigri, og so kundu tey í 110 ára gamla Eiðis Bóltfelag fegnast um hesa føðingardagsgávuna.
Dagsins leikari var Adam Vesturdal Kruse úr EB kosin at vera.