Eiðis kommuna gjørt avtalu við Búð Sp/f um stuðlamúr

Húsið millum Vatna skal vera eitt savnandi stað, ið húsar frítíðarvirkseminum hjá frítíðarskúlanum, ungdómshúsinum og eldrafelagnum

eidi.fo
3 tímar síðan

18. november varð avtala gjørd millum Eiðis kommunu og fyritøuna Búð Sp/f.  Talan er um avtalu í samband við uppsetan av stuðlamúrið til “Húsið millum Vatna” Hetta arbeiðið varð boðið út 16. september 2024 millum fýra lokalar fyritøkur.

Verkætlanin handan húsið byrjaði í 2021, og allir viðkomandi bólkar, ið ætlandi koma at nýta húsið hava haft møguleika, at koma við ynskjum sínum um húsið, umframt at serkøn fólk hava verið innyvir verkætlanina.

Húsið millum Vatna skal vera eitt savnandi stað, ið húsar frítíðarvirkseminum hjá frítíðarskúlanum, ungdómshúsinum og eldrafelagnum.

Ætlanin og vónin er, at hesir tríggir aldursbólkar fáa stóra gleði burturúr húsinum, og sleppa at skipað fyri tiltøkum av ymsum slag, bæði saman og hvør sær.