Eiðis kommuna: Borgarstjórastarvið verður til eitt hálvtíðarstarv

Bygdaráðið í Eiðis kommunu hevur samtykt, at borgarstjórastarvið verður broytt til hálvtíðarstarv. Hetta er tó ikki einasta broytingin í kommununi. Tann 1. novembur byrjaði Ann Fuglø sum tekniskur leiðari hjá Eiðis kommunu

Bygdirnar í Eiðis kommunu eru Eiði, Ljósá og Svínáir. (Mynd: eidi.fo).
Kristian Waag Dam
10. november 2022 kl. 13:00

Bygdaráðið í Eiðis kommunu hevur samtykt, at borgarstjórastarvið verður broytt til eitt hálvtíðarstarv frá 1. januar 2023.

Hesum boðar kommunan frá í tíðindaskrivi.

Í løtuni er Rógvi Egilstoft Nielsen borgarstjóri í Eiðis kommunu, og tað hevur hann verið í fulla tíð, men ikki í nýggja árinum.

Hann gjørdist borgarstjóri eftir kommunuvali 10. novembur í 2020.

Nýggjur tekniskur leiðari

Hetta er tó ikki einasta broytingin í Eiðis kommunu. Tann 1. novembur byrjaði Ann Fuglø sum tekniskur leiðari hjá Eiðis kommunu.

- Ann Fuglø bleiv útbúgvin byggifrøðingur í 1996, og hevur drúgvar royndir, bæði á teknistovu, byggivinnu og í kommunalari umsiting, skrivar kommunan á heimasíðu teirra.

Í starvslýsingini hjá kommuni stendur skrivað, at høvuðsuppgávurnar hjá tekniska leiðaranum verða hesar:

·         Veita borgarum og vinnulívinum eina góða og skynsama tænastu.

·         Veita politisku skipanini fakliga ráðgeving.

·         Málsviðgera og fyrireika teknisk mál.

·         Tryggja at tær samtyktir sum bygdaráðið samtykir verða framdar.

·         Skipa tað tekniska økið.

Fólkatalið í Eiðis kommunu hevur verið støðugt vaksandi í longri tíð. Í septembur í ár visti heimasíðan hjá Eiðis kommunu at siga, at 810 fólk vóru búsitandi í kommununi. Ongantíð áður hava so nógv fólk búð í kommununi.