Eggið veitir føðslu, verju og luft

Eggið nøktar allir tørvir hjá fuglaunganum - føðslu, vætu og luft. Tað einasta, vaksnu fuglarnar skulu syrgja fyri, er hita...

Elisa Vang
26. mars 2018 kl. 15:59

Eggið nøktar allir tørvir hjá unganum - føðslu, vætu og luft. Tað einasta, vaksnu fuglarnar skulu syrgja fyri, er hita og verju. 

  

Eitt skal, ein blomma og ein hvíti.

Fyri óvanda eygað kann eitt egg tykjast sum eitt einkult skap, men í veruleikanum er eggið ein framkomin kuvøa, ið hevur nógv fleiri eginleikar, enn vit geva okkum far um. Tað skrivar Illustreret Videnskab á heimasíðu sína.

 

Mongu løgini um eggið og tær mongu mekanismurnar skap perfektar karmar fyri ófødda ungan.

 

Blomman og hvítin nøkta føðslu- og vætutørvin. Skalið verjir móti stoytum og tryggjar, at óføddi ungin fær luft gjøgum lítlar porur í yvirflatuni.

 

Hinnurnar í egginum geva foosturinum eitt støðugt umhvørvið at menna seg í.

 

Sama prosess fyri øll fuglasløg

 

Menningin í einum fuglaeggi fer fram á júst sama hátt fyri øll fuglasløg, hóast burðartíðin kann vera skiftandi frá tveimum vikum upp í fleiri mánaðar.

 

Tað tekur eini vanligari hønu 21 dagar at klekja, meðan tað tekur yvir 80 dagar hjá kiwinum (strussaslag), sum livir í Ný Sælandi.