Eg vildi ynskt, at ungdómurin hevði eitt stað at samlast um kvøldarnar

Kommunuval 2024: Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
29. mai 2024 kl. 23:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Mín størsta løta var, tá vit innvígdu nýggja bátahylin. Hetta er uttan iva tað avrikið, eg fegnist mest um. Harnæst má vera, at brimgarðurin úti á havnalagnum í Hvalba bleiv uppafturbygdur. Harafturat gleðist eg yvir at fíggjarliga støðan er góð.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Eg vildi ynskt, at ungdómurin hevði eitt stað at samlast um kvøldarnar, undir tryggum umstøðum. Hettar er nakað, sum vit eiga at arbeiða fyri.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Eg haldi at vit eiga at fáa spillivatnsætlanina liðna, og fáa eina góðkenda drekkivatnsleiðing, sum lýkur øll krøv frá mynduleikunum.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Ja, tað er ætlanin.