Hetta sigur Elisabeth Kruse, sum síðani aldarskiftið hevur gjørt íbúðargreinir fyri m.a. kenda danska blaðið Bo Bedre. Hvønn tann einasta mánað ber til at síggja greinir við húsum og íbúðum, sum hon hevur lagt til rættis og sniðgivið fyri blaðið. Fyri hana er tað ein dreymur at sleppa at gera eina grein um eitt av húsunum hjá heimskenda danska arkitektinum Bjarka Ingels
Eg havi hitt Elisabeth til eina samrøðu um hennara yrkisleið, dreymar og rák innan innrætting, nú hon arbeiðir við hesum á allarfremstu rók í Danmark.
Elisabeth flutti sum 16 ára gomul til Holbæk í Norðursælandi saman við foreldrunum og systkjunum hjá sær. Foreldrini búðu 10 ár í Danmark og fluttu so heim aftur til Føroyar. Elisabeth býr enn í Danmark saman við manninum, Sigurd Poulsen, sum eisini er úr Føroyum. Tey bæði eiga tvey børn.
Lesnaðurin
Tá ið Elisabeth kom til Danmarkar, fór hon á skúla. Fyrst tók hon HF og so á hondarbeiðsskúla.
Síðani søkti hon inn á Danmarks Designskúla.
Tá ið ein søkir inn á Danmarks Designskúla, letur ein eitt handaligt avrik inn – eina “mappu” við tí, ein hevur valt at arbeiða við.
Elisabeth fór heim til Føroyar at fyrireika seg til upptøkuroyndina, har hon fekk hjálp frá royndum handarbeiðslærarum. Hon minnist hetta sum eina sera læruríka tíð. Elisabeth sigur glað á málinum, at tá hon kom til upptøkuroyndina við tí tilfarinum, hon hevði gjørt, fekk hon nógv rós fyri tað flotta arbeiðið.
Men enn var ikki komið á mál. Tí nú skuldi hon uppá fimm dagar gera eina bundna uppgávu. Elisabeth minnist, at hetta árið søktu 600 inn á skúlan og bert 18 sluppu gjøgnum nálareygað.
Hon var ein av teimum 18, sum komu inn á Designaraskúlan í 1984. Tað var ein listarlig og lærurík tíð á Designaraskúlanum. Hon gekk á klædnabreytini. Í 1988, meðni hon lærdi, fekk hon dóttrina Anniku Kruse. Í dag samstarva tær báðar í felagnum glottipress.com. Í 1990 fekk Elisabeth prógv frá Designaraskúlanum.
(Greinin heldur fram undir myndini)
Starvsleiðin
Elisabeth fekk arbeiði alt fyri eitt, tá ið hon var liðug á Designaraskúlanum. Hon byrjaði hjá klædnafyritøkunum Tippy og Made in Heaven. So gjørdist hon aftur við barn og fekk sonin Rasmus í 1992. Tá ið barnburðarfarloyvið var liðugt, fekk hon nýtt starv og fór at undirvísa á vinnuskúlanum KEA, har hon var frá 1993 til 2000.
Í 2000 fekk hon eina áhugaverda verkætlan hjá Danida í Tailandi. Her skuldi hon saman við lærarum frá øðrum donskum vinnuskúlum læra frá sær á trimum vinnuskúlum í norðurtailandi. Elisabeth undirvísti lærarum á hesum skúlum í sniðgeving, tilskering og at nýta nýggjar íðnaðarseymimaskinur.
Komin úr Tailandi kendi Elisabeth á sær, at okkurt nýtt skuldi roynast. Tí avgjørdi hon at gerast sjálvstøðug vinnurekandi og stovnaði fyritøkuna GlottiPress. Elisabeth greiður frá, at hvørja ferð hon hevur havt farloyvi, hevur hon fingið eina ábending um, at okkurt nýtt skuldi henda í lívinum hjá henni.
Í 2000 tordi hon tó ikki at sleppa øllum tí trygga, so hon undirvísti í klædnasniðgeving á privatu designskúlunum Columbine Skolen, har eitt nú Beinta Poulsen og Elsa Bech eru útlærdar, og á Københavns Mode- og Designskole, har millum annað Borgny Patursson er útbúgvin. Í 2002 valdi Elisabeth at fylgja sínum hjarta, og valdi at gerast sjálvstøðug vinnurekandi burturav.
(Greinin heldur fram undir myndini)
Sjálvstøðug
Elisabeth hevði eitt stórt netverk. Hon sigur, tað er sera gott við góðum netverki. Elisabeth troytti tey, hon kendi, og tey sum hon hevði arbeitt fyri.
Fleiri av teimum, sum hon hevði gingið á skúla saman við, gjørdu nógv listarligt og spennandi arbeiði og búðu eisini listarligt. Elisabeth spurdi, um hon kundi koma heim til tey at innrætta og taka myndir. Síðan sendi hon tilfarið til innrættingarbløð, sum hon hevði hug at samstarvast við. Elisabeth sendi tað, hon hevði gjørt, til bløðini Rum og Bo Bedre.
Bo Bedre helt, at tilfarið, hon hevði sent inn til tey, var nakað heilt serligt og flott uppsett. So í løtuni ger hon fleiri uppgávur fyri Bo Bedre. Ábyrgdarblaðstjórin á Bo Bedre, Erik Rimmer, hevur fleiri ferðir givið henni herðaklapp fyri tað arbeiðið, hon hevur gjørt. Elisabeth sigur, at tað framvegis er ringt at taka ímóti rósi frá sjálvum blaðstjóranum.
(Greinin heldur fram undir myndini)
Jólabøkurnar
Í trý ár, 2013, 2014 og 2015, fekk Elisabeth ta stóru uppgávuna at gera jólabøkurnar hjá Bo Bedre. Bøkurnar koma út í 600.000 eintøkum. Tær koma út á týskum, norskum og svenskum.
Tað var nakað heilt serligt at gera jólabøkurnar – sera áhugavert, listarligt, stuttligt, gandakent og mennandi arbeiði. Elisabeth valdi tó at gevast at gera jólabøkurnar, tá ið hon hevði verið við at gjørt tríggjar av teimum. Nú helt hon, at stundir vóru til at skapa nakað nýtt. Henni hevur altíð dámt væl nýggjar avbjóðingar.
Samstarv við dóttrina
Hetta nýggja var at gera eitt samstarv við dóttrina Anniku við at sniðgeva íbúðargreinir. Dótturin hevur arbeitt fyri Sony Music og Fashion Exclusive. Hon er í holt við at gera sína egnu heimasíðu, annikakruse.com. Annika hevur lisið altjóða marknaðarføring á Copenhagen Business School. Sonurin Rasmus Kruse gongur eisini á CBS, har hann lesur cand.merc.
Elisabeth heldur, at tað er stuttligt at samstarva við Anniku. Hon heldur, at tær báðar eru eitt gott toymi. Elisabeth er errin av dóttrini. Hon heldur hana vera sera dugnaliga og hava eitt gott estetiskt eyga. Tær báðar hava fleiri spennandi uppgávur fyri framman.
Umframt at skriva og sniðgeva greinir til bløð, veita møðgurnar eisini innrættingstænastur fyri fólk. Her hjálpa tey fólki at velja litir, tilfar og innbúgv.
6 SPURNINGAR TIL ELISABETH
Hvør er tín størsta fyrimynd?
Oh, hetta er júst ein sovorðin spurningur, eg sjálv plagi at spyrja fólk. Men nú er tað eg, sum skal svara. Eg haldi, at tað eru so nógv dugnalig og skapandi fólk á tí listarliga pallinum. Tað er torført at velja burturúr. Men eg vil fegin nevna Jonas Bjerre Poulsen frá Norm arkitektar. Hann er sera dugnaligur. Tey eru ein góð fyrimynd hjá mær.
Mín størsti dreymur er at koma heim til heimskenda danska arkitektin Bjarke Ingels og fáa hansara heim við í eitt av bløðunum, sum eg arbeiði fyri. So Bjarke Ingels er avgjørt tann heilt stóra fyrimyndin. Hann er sjónskur og arbeiðir við so nógvum spennandi uppgávum alla staðni í heiminum. Og øll í Føroyum kenna hann sikkurt eisini, tí hann hevur teknað Glasir.
Norðurlandahúsið í Havn er ein sera flottur bygningur og eitt gott dømi um, hvussu ein kann byggja og fáa tað at passa inn í lendið. Og so dámar mær væl nýggju kommunuskrivstovuna í Gøtu. Møbilsniðgevararnar Arne Jacobsen og Paul Kjærholm, eru eisini góðar fyrimyndir hjá mær.
Hvat er títt yndismøbil?
Mær dámar væl gott handverk. Júst nú droymi eg um eina DUNOS sofu, sum Jacob Munch hevur sniðgivið. Ljós er neyðugt fyri okkum, og mær dámar væl lampuna Mantis BS1.
Hvat er títt besta viðmæli um innrætting?
Plantur. Serliga høgar plantur, einar 1,5 metrar og við stórum bløðum. Hav til dømis plantuna í einari reyðbrúnari Edge-krukku frá Skagerak. Stilla krukkuna á eina messingskál.
Hvussu vilt tú lýsa tín stíl?
Norðurlendskur við einum „tvisti“.
Hvørjum arbeiðir tú við beint nú?
Í løtuni arbeiði eg við einari uppgávu um Bjørn Wiinblad fyri fyritøkuna Rosendahl.
Og nú vit hava havt kava, geri eg eisini jólafrásagnir. Eg arbeiði eisini við innrættingsuppgávum fyri privat fólk.
Hvat fyri innrættingsrák síggja vit beint nú?
Vit fara at síggja fleiri ljósar litir, til dømis pastelllitir.
Vit fara at síggja fleiri stílir í einum. Vit keypa brúktar møblar. Tað vit velja at innrætta okkum við, skal hava eina søgu ella eitt serligt virði fyri ein. Vit innrætta okkum við plantum. Vit vilja fegin hava náttúrina inn í heimið.
Vit eru ógvuliga tilvitaði um, hvat vit velja at hava í heiminum hjá okkum. Nærum í øllum heimum í dag hongur eitt handilsnet, kanska ikki sum ein partur av innrættninginum, men sum eitt tekin um, at her hava vit tikið støðu til umhvørvið. Serliga ung fólk eiga eitt handilsnet, sum tey hava við sær, tá ið tey fara til handils.
Tí var Elisabeth kløkk, tá ið hon var heima á jólum. Hon fór til handils, og tá ið hon hevði goldið, varð hon spurd, um hon vildi hava ein plastikkposa. Hon segði nei, men so segði handilskvinnan, at posin kostar einki! Sjálv heldur Elisabeth, at ein plastikkposi skuldi kostað eini tvær ella tríggjar krónur ella møguliga meir. Plastikk er ein stórur umhvørvistrupulleiki.
Eitt rák, sum ein sær úti í stóru verðini og í stórbýnum, er, at fólk velja at búgva meiri “tætt”. Fyribrigdið kallast compact living.