Hákun: - Eg vil bara sleppa at vera til

Hákun Debes Hammer er 18 ára gamal. Hóast Hákun í dag er sloppin á testostoron, og er sloppin í viðgerð, er hetta tó bert fyrsta stigið á leiðini. Hákun er tvørkyndur. - Tá ið man livir sum tvørkyndur í sínum gerandisdegi, er tað ræðuliga troyttandi at allatíð skula prógva seg, tá ið tað einasta mann ynskir er, at sleppa vera til. Mær dámdi áður væl at kjakast um hetta evnið, men tað bleiv troyttandi í longdini, at eg skuldi berjast allatíðina

Anna Joensen-Næs
9. september 2022 kl. 12:00

Hákun Debes Hammer er 18 ára gamal og gongur á Glasi. Somuleiðis er hann er av teimum yngstu, um ikki tann yngsti tvørkyndi persónurin í Føroyum, ið er farin í hormonviðgerð. 

Kyn var eitt slag av spæli

Hákun hugsaði ikki um sín kynssamleika sum heilt lítil. Alt kendist sum spæl.

- Summi fólk hava hesa søguna, at tey hava vita tað, síðani tey vóru heilt lítil, soleiðis var tað tó ikki hjá mær. Eg legði ikki í. Kyn var eitt slag av spæli, sigur Hákun Debes Hammer.

 Tíðin leið og Hákun nærkaðist tannáringaaldrinum.

Alt kendist meiri veruligt

- Men tá ið kynsbúningin byrjaði, kendist alt meiri veruligt. Her var eg áleið 12-13 ár. Hetta var tá eg byrjaði at ásanna at okkurt var galið. Eg gjørdist ræðslusligin, og royndi at trýsta tað niður, greiðir Hákun frá.

Hugsanirnar hjá øðrum fyltu nógv hjá Hákun.

- Eg var bangin fyri at verða løgin. Eg havi nokk altíð verið løgin á onkran hátt, hetta siga øll, ið hava kent meg gjøgnum tíðina eisini, sigur Hákun við einum brosi.

Hákun sá tað at verða løgin sum nakað ringt. 

- Tá helt eg tað var nakað ringt, tí hetta far man ofta at vita. Man verður ofta happaður fyri at verða annaðleiðis. Eg hugsaði, at eg ikki noyddist at gera tað verri við at koma út sum tvørkyndur. So eg trýstið tað niður fyri at royna at verða so vanligur, sum eg megnaði. Men eg eri ikki vanligur.

Eg lat sum um eg var onkur ið eg ikki var

Dagarnir gingu og tað gjørdist verri fyri hvønn dag hjá Hákun at lata sum um, at hann var ein annar. 

- Hvønn dag gjørdist tað verri og verri at skula lata sum um, at eg var onkur, ið eg ikki var. Alt kendist skeift. Tað endaði við, at eg mátti viðganga fyri mær sjálvum, at okkurt við kyninum var galið. Eg kundi ikki halda áfram við at liva á hendan hátt, greiðir Hákun frá.

Okkurt var galið. Hákun mátti nú leita sær nýggjar leiðir.

Tað kendist rættari enn nakað annað áður hevði

Hákun megnaði ikki at trýsta tað niður longur.

- Tá ið eg fylti 15 ár, byrjaði eg at síggja, at eg ikki kundi lata sum einki longur. So eg nýtti mínir føðingardagspengar til at keypa ein sokallaðan bindeara til at dekka bróstið við.

Hákun ynskti nú at royna nakað nýtt og kanna, hvør ið hann veruliga var.

- Eg royndi meg við bindeara, og aftaná hesa upplivingina kundi eg ikki fara aftur. Hetta kendist rættari enn nakað annað áður hevði. Síðani tá, havi eg gjørt tað, ið kennist rætt fyri meg, sigur Hákun.

Tað skaðar ikki nakað at royna.

- So við og við at eg gjørdist 15 ár, fann eg útav, at tað í hvussu er var vert at royna at koma út. Eg var bangin fyri at gera tað, men eg gjørdi tað alíkavæl. Tá ið man kemur til tað staðið, at man hevur sæð eitt lítið brot av, hvør ið man er, so er tað torført at fara aftur frá tí. Nú kanst tú ikki trýsta tað niður longur. Tað er torført at fara aftur í skápið.

Um eg eri ein drongur er tað so ov løgið ella ov langt?

Hákun spældi við ymiskt, áðrenn hann kom út sum tvørkyndur. 

- Eg spældi við alt møguligt í eina tíð. Í tí at eg royndi at trýsta tað niður, royndi eg t.d. at verða so femininur sum gjørligt. Eg royndi at hugsa hvørji onnur ting eg kundi gera fyri at kenna meg væl. Men einki riggaði, greiðir Hákun frá.

Hákun hevur aldrin verið tann týpiska feminina gentan. 

- Í fyrsta mánaðinum tá ið eg akkurát var komin út, hugsaði eg: Ókey, royn nakað, ið ikki er gentusligt. Her vóru tað enn bert míni vinfólk, ið vistu um broytingina.

Hákun hugsaði, um hann var non binerur.

- Her hugsaði eg eisini, um eg var non binerur. Hetta royndi eg. Hetta kendist betri men enn ikki heilt gott. Síðani tá, hevur tað bert verið drongur. Eg haldi í byrjanini, var eg kanska ov bangin fyri at fara allan vegin. Tí um eg eri ein drongur, er tað so ikki ov løgið ella ov langt?

Ein háttur at kunna koma út fet fyri fet.

- Eg fari ikki at tosa fyri øll, ið eru non biner, tí hetta er ein heil uppliving í sær sjálvum. Men eg nýtti tað sum eitt fyrsta fet, áðrenn eg tordi at fara allan vegin og viðurkenna, at eg eri tvørkyndur, sigur Hákun.

Hákun er ikki longur bangin fyri, hvat ið onnur hugsa.

- Eg var bangin fyri tá, hvat ið onnur hugsaðu um meg, men nú leggi eg slettis ikki í. Eg veit, at eg aldrin verið vanligur. Eg eri løgin, og tað havi eg altíð verið á ymiskir mátar.

- Eg eri tvørkyndur

Hákun kemur út.

- Í 2018 kom eg út fyrst til míni vinfólk, her var móttøkan sum heild góð. Onnur tóku betur ímóti tí enn onnur. Eg hevði tá fleiri vinfólk, ið somuleiðis vóru lgbt´arir, summi vóru enntá eisini tvørkynd. Eg var longu ein partur av tí umhvørvinum. Hetta var nokk eisini ein av orsøkunum til, at eg ikki megnaði at skumpa tað burtur longur. Eg var allatíð kring fólk, ið líktust mær. Tey, ið ikki góðtóku broytingina, steðgaði eg so smátt at tosa við, greiðir Hákun frá.

Hákun ynskti nú at taka næsta stigið og siga tað við foreldrini.

- Nakrir mánaðir aftaná at eg kom út til míni vinfólk, kom eg út til míni foreldur. Tey tóku væl ímóti mær. Eg eri ógvuliga glaður og heppin fyri tey foreldrini, ið eg havi. Tey vóru tó kanska bilsin, tí tey høvdu væntað, at eg var lesbisk, sigur Hákun við einum brosi. Men tey hava altíð stuðlað mær.

Hóast Hákun hevði góð og stuðlandi fólk kring seg, møtti hann enn mótstøðu.

- Síðani kom eg út til mín flokk. Tá gekk eg í 9. flokki á Skúlanum við Løgmannabreyt. Eg kom út nakrir mánaðir áðrenn vit steðgaðu. Eg gekk í einum ógvuliga stórum flokki. Fólk tóku tað ymiskt. Summi tóku væl ímóti mær, summi ikki. 

Øll skiltu ikki broytingina.

- Eg minnist, at tað var ein í flokkinum, ið ynskti at rópa meg “tað” ístaðinfyri “hann”, her ikki eingongd “hon”. Hetta var óbehagiligt. Men eg megnaði tað kortini, sigur Hákun.

Fólk góvu við tíðini upp. 

- Tey flestu fólkini góvu við tíðini upp at siga mær ímóti, eisini tí at vit vóru mótvegis endanum av fólkaskúlanum. Flestu av teimum, fór eg ikki at ganga í skúla við framyvir. Tey vistu, at eg ikki fór innaftur í skápið.

- Gamla navnið er ein áminning á ein persón ið eg ikki eri

Aftaná fólkaskúlan, fór Hákun í Nám X. Hetta var ein nýggj byrjan.

- Eg byrjaði síðani í Nám X. Her settu vit okkum í samband við leiðsluna. Síðani byrjaði eg har við navninum Hákun. Eingin kendi hitt navnið, greiðir Hákun frá.

Leiðslan á miðnámi tók eisini væl ímóti honum.

- Hetta var tað sama við Glasir. T.d. á mínum skemaði stendur eisini Hákun nú. Eg kenni somuleiðis onnur tvørkynd á Glasi, har ið teirra valdað navn somuleiðis eisini stendur.

Hóast Hákun kann fegnast um at hansara valda navn verður nýtt í skipanini, kann tað tó ikki nýtast allastaðni.

- Á prógvinum fer tað gamla navnið tó enn at standa, hetta kann man ikki á sama hátt víkja sær uttanum, tí tað er enn títt lógliga navn, greiðir Hákun frá.

Hákun gerst illa við, tá ið hann hugsar um hetta. 

- Tað er óbehagiligt at vita, at mítt gamla navn fer at standa í prógvinum. Tí hvørja ferð eg síggi tað, er hetta ein áminning á ein persón, ið eg ikki eri. Tað er ein áminning á, hvussu fleiri fólk uppfata meg, óansæð hvussu nógv eg royni at verða sæddur sum tann eg eri. Har fara altíð at verða fólk, ið síggja meg, sum tað eg var. Hetta er ein pínufull áminning, sigur Hákun við einum klumpi í hálsinum.

Gamla navnið verður enn nýtt í øllum løgfrøðiligum samanhengum. Hákun ynskir ikki at síggja tað.

- Eisini í mínum skjølum, hvørja ferð eg fari til læknan ella bankan, skal eg nýta mítt gamla navn. Enntá á mínum koyrikortið stendur tað. Hvørja ferð eg skal vísa prógv, so má eg vera eyka varðin at halda fyri navninum, so hvørki eg ella onnur skulu síggja tað, tí tað er óviðkomandi fyri tey, hvat mítt gamla navn var, tí eg brúki tað ikki longur. Tað er bert í einum løgfrøðiligum samanhangi at tað navnið verður nýtt, sigur Hákun avgjørdur.

- Eg vil bara gjarna vera til

Hóast Hákun hevur eina góða og stuðlandi familju og vinfólk kring seg, hevur hann eisini møtt mótgangi, síðani hann kom út sum tvørkyndur.

- Eg kann ikki gera so nógv, tá ið fólk ikki góðtaka meg. Tað einasta eg kann gera er, at lata sum einki ella taka frástøðu. Eg eri enn ræðuliga heppin í tí, at mín familja góðtekur meg. Um tað eru vinfólk, er tað nógv lættari at taka frástøðu frá teimum. Hetta er ein partur av tí at verða tvørkyndur. Tú lærir, at summi fólk ikki fara at góðtaka teg. Tú lærir at býta tað í teg. Tí tað fer ikki at broyta teirra hugsjón, óansæð hvat ið eg sigi, hvussu fakligt tað so enn er, sigur Hákun.

Hákun vil bara sleppa at vera til.

- Eg kann royna at siga ímóti, men tað er ikki altíð, at eg havi orkuna. Tí tá ið man livir sum tvørkyndur í sínum gerandisdegi, er tað ræðuliga troyttandi at allatíð skula prógva seg, tá ið tað einasta man ynskir er at sleppa verða til. Mær dámdi væl at kjakast um hetta evnið fyrr, men tað gjørdist troyttandi í longdini, at eg skuldi berjast allatíð.

Hormonviðgerð er tannáringaárini umaftur

Hákun tekur í løtuni testostoron, ið er fyrsta stigið í viðgerðini.

- Í løtuni havi eg verið á testostoron í 1,5 mánað. Hetta skal eg taka restina av lívinum. Eg eri júst byrjaður, so man sær ikki nakra stóra broyting enn. Eg føli meg tó nógv betri. Tað er ein stórur lætti fyri meg at hugsa, at tær broytingar, ið eg ynski, spakuliga taka seg upp, sigur Hákun.

Tað kennist sum tannáringaárini umaftur.

- Tá man byrjar á hormonviðgerð, kennist tað sum tannáringaárini umaftur. Tað er akkurát líka flóvusligt sum fyrstu ferðina, sigur Hákun við einum brosi. Tað gongur tó røttu leiðina nú.

Hóast tað nú gongur røttu leiðina, hevur tað ikki altíð verið lætt.

- Eg havi roynt at sloppi frammat í viðgerð ógvuliga leingi. Tað er t.d. 3,5 ár síðani, at eg byrjaði at arbeiða fyri at fáa hormonviðgerð. Nú slapp eg tó endiliga, og hetta er ein stórur lætti, sigur Hákun

Hákun bíðaði leingi. Meðan hann bíðaði, byrjaði hann at umhugsa, hvørjar aðrar viðgerðir hann ynskti. 

- Í hesari tíðini havi eg hugsað nógv um, hvørjar aðrar viðgerðir eg ynski, her serliga skurðviðgerðir. Man skal tó hava verið á hormonviðgerð so og so leingi, áðrenn man sleppur undir skurð. Eg ynski at fáa bringuna skornað vekk, so hon gerst fløt sum ein hvør onnur mannfólka bringa. Aftaná tað taki eg tað sum tað kemur.

Hóast Hákun hevur nógvar tankar og dreymur um, hvørjar skurðviðgerðir hann vil hava, ynskir hann ikki at hugsa ov langt fram.

- Um eg hugsi ov langt fram, tekur óttin seg upp um, hvussu stutt eg eri komin. Í løtuni eri eg bert glaður fyri, at eg eri sloppin í hormonviðgerð, sigur Hákun

Har eru so nógvar autistiskar gentur ið ynskja at verða dreingir

Bíðitíðin er lang við vón um at fáa viðgerð. Somuleiðis er gongdin drúgv og fløkjaslig.

- Tað er ein lang gongd við bíðilistum, sálarfrøðingum, læknum og psykiatarum. Tað er ikki bert ein og hvør, ið kann fara til læknan og ynskja sær kynsskifti. Tað er ein lang gongd, har ið tey ynskja at verða vís í, at hetta er tað rættað fyri teg, greiðir Hákun frá.

Hákun tók uppí egnan barm.

- Fyrst fór eg til mín egna lækna, ið síðani vísti meg víðari til barna- og ungdómspsykiatriina. Her skuldi eg útgreinast o.s.fr. Longu har møtti eg mótgangi.

Mótgangurin var harður.

- Eg minnist at psykiatarin har, hon var danskari, hon segði mær: Har eru so nógvar autistiskar gentur, ið ynskja at verða dreingir. Her hugdi eg bara ørkymlaður eftir henni.

Hákun skumpaði viðmerkingina burtur, og vildi ynskti leggja dent á at sleppa víðari í gongdini. 

- Eg slapp tó víðari harífrá og bleiv síðani vístur víðari til eina klinikk í Danmark fyri tvørkynd, sigur Hákun.

Langa bíðitin førdi við sær sálarligar trupulleikar

Bíðitíðin, í vón um at sleppa at skifta kyn, setti síni arr.

- Eg havi eisini sálarligir trupulleikar, sum í stóran mun koma av at hava skula bíða so leingi eftir at sleppa frammat, í vón um at sleppa at skifta kyn. Eg kendi meg fangaðan í kroppinum hjá einum øðrum. Hetta er ræðuliga troyttandi sálarliga. Tá ið eg kom niður, hevði eg júst fingið staðfest tunglyndi. Her royndu tey at brúka tað ímóti mær. Tey søgdu mær, at eg ikki var nóg sálarliga støðugur til at byrja viðgerðina, greiðir Hákun frá við einum klumpi í hálsinum.

Tíðin leið, og Hákun fekk tað betur.

- Sum tíðin leið kundi eg vísa teimum, at eg hevði tað betur, og at eg ikki var sálarliga óstøðugur, men at eg var frískur nokk til at byrja viðgerðina. Tey royna at verða ógvuliga vís í, at talan ikki er um nakað annað, ið møguliga kundi blanda seg uppí. Her eisini aðrar orsøkir til, at tú ynskir at skifta kyn, greiðir Hákun frá.

Hóast Hákun fekk tað betur, var tað strævið at áhaldandi skula prógva at hann var frískur.

- Tað var tó ógvuliga troyttandi, at ferð eftir ferð skula prógva fyri teimum, at eg var tvørkyndur. Tað var allatíð umaftur og umaftur. Hetta í sær sjálvum, gjørdi sálarligu trupulleikarnir verri. Hetta er eisini orsøkin til at tað tók 3,5 ár, áðrenn eg slapp at taka testostoron.

- Eg var um at missa vónina

Hákun er æviga takksamur fyri at hann slapp frammat.

- Eg havi tað munandi betur í dag. Eg kann ikki seta orð á, hvussu nógv betur eg havi tað nú í mun til tá. Eg var um at missa alla vón, av tí at tað tók so langa tíð. Eg var so troyttur av at bíða, sigur Hákun 

Hákun minnist nú aftur á dagin, har ið hann fekk at vita, at hann slapp at taka testostoron.

- Eg minnist eitt kvøldið, at eg græt í tímavís. Dagin aftaná hetta, var tá at eg ringdi til mína klinikk niðri. Eg var heilt frá mær sjálvum. Eg spurdi, hvat ið gekk fyri seg, og um eg ikki nokk kundi fáa mína resept nú, tí tá høvdu tey lovað mær hana í 6 mánaðir. Tey svaraðu so, at tey høvdu útskrivað mína resept, og at eg kundi fara eftir henni á Apotekinum. Aftaná hesa løtu, havi eg fyri fyrstu ferð í fleiri ár havt eina vón. Eina vón um, at eg faktiskt kann koma víðari í hesum, sigur Hákun við einum brosi.

Hákun sleppur nú fyri fyrstu ferð at finna útav, hvør ið hann veruliga er.

- Nú kann eg so smátt sleppa at uppliva meg sjálvan. Eg kann hyggja í speglið hvønn morgun, og síggja ein brotpart av mær sjálvum aftur. Hetta megnaði eg ikki áðrenn. Tú sleppur at læra teg sjálvan at kenna, og hetta er ein ræðuliga áhugaverd uppliving. At eg endiliga eri komin higartil. Eg havi stríðst so ræðuliga leingi, og nú eri eg her.

- Eg havi verið heilt blindur í tí sum eg havi gjørt

Hákun er ein av teimum yngstu, um ikki tann yngsti tvørkyndi persónurin í Føroyum, ið er farin í hormonviðgerð. Hann greiðir nú frá, hví tað er týdningarmikið at tosa um tvørkynd her heima í Føroyum.

- Man hoyrir ikki nógv um tvørkynd í Føroyum, í hvussu er ikki í miðlunum, onkuntíð sær man eina grein ella eitt innslag, men tað er sjáldan at man fer í djúpdina við evninum. Ofta læra føroyingar um tvørkynd á netinum, í filmum o.s.fr. Hetta er tó ikki altíð ein líka erlig mynd av, hvat ið tað er at verða tvørkyndur. Filmar hava lyndi til at dramatisera tað. Somuleiðis eru flestu filmarnir ikki skrivaðir av tvørkyndum fólkum. Tey kenna ikki til tað á sama hátt, greiðir Hákun frá.

Eingin hevur verið ígjøgnum somu gongd sum Hákun í Føroyum. Hann var so ungur.

- Øll hesi árini havi eg verið heilt blindur í tí sum eg havi gjørt. Sum eg veit um, eri eg tann einasti persónurin ið býr í Føroyum, ið byrjaði hesa gongdina, áðrenn eg fylti 18 ár.

Hákun visti ikki, hvønn hann skuldi venda sær til.

- Eg hevði ongan at venda mær til. Eg kundi bert leita mær til, hvussu viðgerðin er í Danmark og í øðrum londum, men ikki í Føroyum. Tað er umráðandi at hava fólk, ið tosa um trupulleikan. Her serliga um tað løgfrøðiliga, tí eingin annar tosar um tað, sigur Hákun avgjørdur.

- Nú kann eg verða hann ið hini ungu spyrja

Hákun ynskir nú at hjálpa øðrum ið eru somu støðu, sum hann var í.

- Fyri meg var tað tá ógvuliga stressandi og einsligt at skula finna útav øllum sjálvur. Eg hevði ynskt, at eg hevði onkran at spyrja. Í løtuni eri eg sjálvur partur av yngra samrøðubólkinum hjá LGBT+ Føroyar fyri tvørkynd. Mær dámar at vera í tí bólkinum, nú eg eri komin so langt. So kann eg verða hann, ið hini ungu kunnu spyrja, endar Hákun við at siga.