Sær býráði borgarin? At síggja og hoyra borgaran er jú tað alt gongur út uppá. Tórshavnar Býráð hevur eina uppgávu, og tað er at skapa góðar karmar fyri allar íbúgvar í Tórshavnar kommunu. Hettar verður gjørt vit at brúka skattapengarnar hjá tí einstaka til rakstur og íløgur. Ein kann spyrja fáa vit skattgjaldarar nokk fyri okkara skattapengar?
Nú hava nakrar nøgdsemis kanningar verið, og har vísir tað seg at ikki øll eru samd um ávís økir. Fleiri íbúgvar er meira ónøgdir enn nøgdir. Hettar grundar bert um mín illgruna, nei vit fáa ikki nokk aftur fyri okkara skattapengar, ella teir verða ikki brúktir skynsamt, og ikki brúktir soleiðis sum meirilutin av íbúgvunum ynskja.
Hvussu kunnu vit loysa trupulleikarnar? Hvat skal til fyri at borgarin verður hoyrdur, og hvat skal til at borgarin verður sæddur? Ein freistast av at siga, vel onkran annan inn í býráði.., tað er í øllum førum ein byrjan. Tí at velja tað sama, er at velja somu mannagongdir sum eru, tvs ongar broytingar. So vel nýggj fólk í býráði, um tú ynskir broytingar.
At sita sum fólkavaldur í Tórshavnar kommunu er eit stór ábyrgd. Tað ræður um at umsita skattapengarnar skynsamt, og gera rættar og góðar íløgur. Ábyrgdin er at tæna fólkinum sum her búgva, ábyrgdin er at skapa góðar karmar fyri allar borgarar í Tórshavnar kommunu.
Eg bjóði meg fram og ynski at verða tín rødd, eg ynski at tæna fólkinum, ið her búgva. Eg havi ÁRÆÐI til at taka ÁBYRGD í Tórshavnar Býráð, og mítt ÁGRÝTNI fer heilt víst at síggjast aftur.
So fær á væl, vel Fólkaklokkin, VEL DÁNIAL HANSEN