Tað er sum at taka í ein boltsaks, tá tú tekur í hondina á Regini Vágadal. Stóri labbin trýstir varliga um hond tína, og tað tykist sum at hann ikki vil klemma ov hart. Man veit ikki hvat, ið kann henda.
Vart tú eisini sterkur sum barn?
Regin Vágadal svarar eitt sindur drálandi:
- Njaaa... eitt sindur. Haldi tað. Liggur kanska eitt sindur til familjuna. Abbi mín, Karl Johan, var tiltikin sterkur. Hann arbeiddi hjá Poul Hansen í nógv ár, og tá okkurt skuldi berast, til dømis sementsekkir, so tók hann tveir, meðan aðrir tóku ein.
Vit hava sett Regini stevnu fyri at vita, hvar hann bleiv av. Tó at hann aftur var eitt sindur frammi í 2006-07, tá hann gjørdist stjóri hjá Strandfaraskipum Landsins eitt stutt skeið, so var tað serliga tíðarskeiðið frá 1996 til 2002, at fólk minnast hann. Tá var hann ein stjørna – ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands. Frá nærum degi til dags, fór hann frá at seta okkurt føroyskt met í styrkikappingum inn á altjóða leikvøllin og kappaðist í teimum størstu kappingum í heiminum. Kappingar, sum vóru sendar beinleiðis á stórum sjónvarpsrásum – serliga BBC og Eurosport.
Skrivaði tú nógvar autografar?
- Ja, tað bleiv til nokk so nógvar, bæði her heima og uttanlands, men eg minnist, at eg hevði tað eitt sindur torført í byrjanini. Sum frá leið, vandi eg meg tó við tað, svarar Regin.
Øll greinin kann lesast í blaðnum nú um vikuskiftið