Útgangsstøðið er, at landsstýrið tekur undir við, at Palestina verður eitt sjálvstøðugt ríki.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Tað er Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur reist málið, tá ið hann spurdi løgmann um Føroyar og Danmark hava viðurkent Palestina sum sjálvstøðugt ríki.
Hann vísir á, at 15. mai svaraði løgmaður einum spurningi, og har segði hann, at hóast Palestina ikki enn er limur í ST, hava 143 lond, eisini Danmark, viðurkent Palestina sum ríki.
Beint fyri jól boðaði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, frá, at fortreytin fyri friði er ein loysn við tveimum ríkjum.
Tað kann illa skiljast øðrvísi enn, at hetta er almenna støðan hjá Føroyum, sigur Helgi Abrahamsen. Men eina viku seinni, 22. mai, endurgevur danska kringvarpið, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, fyri at siga: »Hvis Palæstina skal anerkendes som stat, kræver det, at staten findes.«
Men løgmaður segði altso í Løgtinginum eina viku frammanundan, at Danmark hevði longu viðurkent Palestina sum ríki, vísir Helgi Abrahamsen á.
Løgmaður ásannar, at kundi havt verið greiðari í svarinum tann 15. mai.
Hann sigur eisini, at sum heild er tað so, at tá ið eitt aðalráð leggur eina fráboðan út á sína heimasíðu, eins og Uttanríkis- og vinnumálaráðið gjørdi, er hetta ein almenn fráboðan frá landsstýrinum.
– Tað eru bara fullveldisríki, sum kunnu viðurkenna onnur lond sum sjálvstøðug ríki. Tað er rætt sum Helgi Abrahamsen vísir á, at sum so hevur Danmark ikki hevur viðurkent Palestina, sum sjálvstøðugt ríki. – Men Danmark var eitt av teimum 143 londunum, ið tóku undir við samtyktini í ST.
– Tá eg tí svaraði, sum eg gjørdi tann 15. mai í ár, var tað tí, at Danmark, við at taka undir við hesi samtykt, sum útgangsstøði eisini tekur undir við, at Palestina, sum frálíður, og undir ávísum treytum, kann verða viðurkent sum sjálvstøðugt ríki, sigur løgmaður.
Næstan 150 lond hava í dag viðurkent Palestina sum fullveldisríki. Tað vil siga, at umleið tríggir fjórðingar av øllum heimsins londum hava viðurkenning Palestina.
Eitt grundarlag undir hesum, er, at Palestina er limur í UNESCO og fastur eygleiðari í ST, og tað kunnu bara sjálvstøðugu ríki vera, sum annars ikki eru limir í ST.
Harumframt er Palestina eisini við ísáttmálunum hjá altjóða dómstólinum í Haag, sum eisini einans er fyri sjálvstøðug ríki.
Bæði lond sum hava, og lond sum ikki hava, viðurkent Palestina sum ríki, hava alment boðað frá, at einasta loysn fyri einum varandi friði, er at tað verða tvey ríki. Fýra av hesum londunum eru USA, Frakland, Bretland og Danmark.
Ein loysn við tveimum ríkjum er sostatt eitt sjónarmið, sum stór undirtøka er fyri, eisini ímillum tey lond, sum enn ikki hava viðurkent Palestina sum sjálvstøðugt ríki. Og útgangsstøðið er somuleiðis, at tað er eitt sjónrmið, eisini landsstýrið tekur undir við, sigur løgmaður