– Eg havi ligið í andvekri í allan nátt, so vónbrotin og illur eri eg um støðuna í Framsókn.
Tað sigur Poul Michelsen, sum stovnaði Framsókn í sínari tíð.
Og tað sigur hann eftir at tveir av tinglimum floksins, Sólvit E. Nolsø og Hanna Jensen, atkvøddi ímóti uppskotinum um fría fosturtøku til 12.viku.
Avleiðingin var, at uppskotið fall.
– Poul Michelsen sigur, at hann er so vónbrotin og illur av teimum báðum tinglimunum hjá Framsókn, at hann hevur næstan ikki sovið í nátt.
Hann hevur eisini skrivað Sólvit E. Nolsø og Honnu Jensen, bræv, har hann sigur sína meining við tey.
Hann sigur, at Framsókn byggir á frælsið. Tað persónliga frælsið, tað vinnuliga frælsi og tjóðskaparligt frælsi. Tað er sjálvt virðisgrundarlagið undir Framsókn.
– Tí kann eg ikki góðtaka tað, sum er hent, tí í stevnuskránni hjá Framsókn stendur, »at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum«
– Tey bæði tingfólkini, sum atkvøddi ímóti fríari fosturtøku, máa støðið undan flokkinum og við hetta lag verður hann etin upp innanífrá, sigur stovnarin.
Hann sigur, at øll, sum bjóða seg fram at umboða Framsókn, skulu arbeiða í samsvari við virðisgrundarlagið hjá flokkinum. Tað fáa tey, sum bjóða seg fram at vita, í hvussu so er ímeðan eg var formaður. Og vilja tey ikki ganga undir tær treytirnar, mugu tey ganga aðrar leiðir.
– Tað kann væl verða, at tey hava eina ávísa støðu persónliga, og tað kann eisini væl vera, at samgonguskjalið gevur tingfólki heimild at atkvøða eftir sínari sannføring í etiskum málum.
– Men sum tinglimir í Framsókn hava tey ikki frælsi at gera sum tey vilja, tí tey skulu halda seg til virðisgrundarlagið hjá flokkinum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at við at atkvøða ímóti fríari fosturtøku, er Framsókn við til at taka tað persónliga frælsi frá fólki og tað kann hann ikki góðtaka.