Eg fegnist um, at fleiri ungar familjur hava búsett seg her í bygdini

Kommunuval 2024: Ása Holm, borgarstjóri í Porkeris kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
26. mai 2024 kl. 14:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Ása Holm, borgarstjóri í Porkeris kommunu kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Eg fegnist um, at fleiri ungar familjur hava búsett seg her í bygdini, og at vit hava fingið nýggja útstykking á Fløttinum – enn eru bara eini hús bygd, men tað koma fleiri.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Eg gangi vanliga ikki og iðri meg, men eg vildi ynskt at verið komin longur á leið við vetrarfriðing.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Tað er ringt at siga. Porkeri er ein lítil kommuna, ið hevur somu lógarkrøv sum tær størru kommunurnar. Spillivatnsarbeiðið skal verða liðugt í 2027, kirkjugarðurin má útbyggjast og vetrarfriðing má eisini arbeiðast við.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Ja, eg stilli uppaftur.