Eg eri sera fegin um, at dagtilhaldið á Viðareiði er latið upp

Kommunuval 2024: Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
31. mai 2024 kl. 20:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Síðani bygdaráðið tók við, hava vit arbeitt við verkætlanini um at byggja ein nýggjan dagstovn. Hendan verkætlan er nú skotin í gongd, og tað fegnist eg stórliga um.

- Eg eri sera fegin um, at dagtilhaldið á Viðareiði er latið upp, og um grundøkið á Viðareiði, sum er til sølu til íbúðarbygging.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Vit komu ikki serliga langt við at bøta um lendingina í Eiðsvík, tað iðrar meg.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Trupult at siga. Tað er altíð okkurt, sum ikki er komið heilt á mál, sum so gongur inn í næsta valskeið. Vónandi verður dagstovnurin tikin í brúk.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Eg havi ikki tikið støðu enn.