- Eg eri her beinleiðis. Eg eri ikki ein ketta!
Hesi orðini eru farin víða um kring heimin, eftir at ein løgfrøðingur í Texas týsdagin kom til at gera eitt filtur virkið, so eitt kettuhøvd – og ikki hansara egna høvd – kom fram á telduskíggjan, tá rættarfundur varð hildin á telduforritinum, Zoom.
- Eg síggi tað, svarar dómarin.
Upptøka av hendingini, ið er blivin deild kring allan heimin á Twitter, vísir, at løgfrøðingurin Rod Ponton hevur trupult við at sløkkja kettu-filturið á telduforritinum.
Sjey milliónir fólk hava longu sæð videobrotið, men tað talið veksur allatíðina.
Fyri amerikanska miðilin Vice sigur Ponton, at mistakið hendi, tí hann brúkti telduna hjá sínum skrivara
- Eg brúkti hennara teldu og onkursvegna var hetta filturið á, tá rættarfundurin byrjaði. Tað tók eina løtu, men eg fekk so tikið kettuhøvdið av til endans, og so kundi rættarfundurin halda fram sum vanligt, sigur løgfrøðingurin í Texas.
Hendingin sæst her: