Eg eri eitt sindur nervøs um hendan sangin
Fríggjadagin gevur Lena Anderssen fyrsta føroyskmælta sangin út
Eyðun Klakstein
3. oktober 2024 kl. 14:59
Væl umtókta songkvinnan Lena Andersen gevur fríggjadagin nýggjan sang út, og tað er nakað heilt serligt við hesum sangi.
Vanliga syngur Lena Anderssen, sum hevur kanadisk ættarbond, á enskum máli, men nú fer hon fyri fyrstu ferð at geva egnan sang á føroyskum máli út. Á seinastu útgávuni sang hon eitt føroyskt brot í endanum á eina sanginum.
– Fríggjadagin kemur "Dugir Tú At Tosa Føroyskt" út. Hetta er fyrsta lagið av komandi føroyskmæltu útgávuni hjá mær. Og hetta er eisini fyrstu ferð, at eg syngi egið tilfar á føroyskum, so eg eri eitt sindur nervøs, sigur Lena Anderssen.
Fríggjadagin verður nýggi sangurin tøkur á stroymitænastum.