Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur í dag fingið handað eftirmetingina av Tí góðu tilgongdini.
Hesum boðar Almanna- og mentamálaráðið frá á heimasíðuni ammr.fo.
Tann góða tilgongdin er ein tvørgeiralig skipan, sum skal virka sum eitt samskipandi forum, ið skal lætta um hjá foreldrum at børnum við autismu. Skipanin varð sett í verk í 2015 og hevur ein arbeiðsbólkur eftirmett, hvussu Tann góða tilgongdin virkar í dag.
Samanumtikið metir arbeiðsbólkurin, at Tann góða tilgongdin er ein góð skipan, men tørvur er á tillagingum. Tilsamans er talan um 17 tilmælir, harav nøkur kunnu setast í verk skjótt, nøkur krevja politiska støðutaka, meðan onnur mugu viðgerast nærri við pørtunum, sum eru í Tí góðu tilgongdini.
Í arbeiðsbólkinum vóru Barbara Á. Thomsen (forkvinna) og Ann Kristina S. Simonsen vegna Almanna- og mentamálaráðið, Joan Knudsen vegna Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Andreas Sjóvará vegna Heilsumálaráðið, Janus Haraldsen vegna Kommunufelagið og Gunnvá Staksberg vegna Autismufelagið.
Eftirmetingin kann lesast her.