Eftirlønargrunnar lagt saman

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Handverkarafelag hava lagt sínar eftirlønargrunnar saman í ein. Nýggi grunnurin eitur LÍVSVERK – Eftirlønargrunnur Løntakaranna

Steinar Patursson
16. apríl 2021 kl. 15:40

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Handverkarafelag boða í dag frá, at feløgini bæði hava lagt sínar eftirlønargrunnar saman í ein.

Nýggi samanlagdi grunnurin eitur Lívsverk – Eftirlønargrunnur løntakaranna.

Um endamálið við samanleggingini sigur Lívsverk, at hetta skal styrkja grunnin, og at samanlagdi grunnurin ger tað møguligt at veita limunum eftirløn til kappingarførari umsitingarkostnað.

- Lívsverk er rein eftirløn, og hevur ikki til endamáls at geva avkast til nakran annan enn sjálvan løntakaran, sigur Lívsverk.

Í løtuni eru 40 feløg limir í Lívsverki, men tað ber eisini til hjá øðrum feløgum at gerast partar av grunninum, sigur Lívsverk.