Eftir rokdyst á Tórsvølli: Tað skal bera til at geva harðligum fótbólts-fjepparum karantenu

Løgreglan hevur eftirmett dystin í Gundadali ímóti Hajduk Splitherfyri og tey siga, at tey hava lært mangt og hvat

Tað var eitt hav av neyðblussum yvir Tórsvølli undir dystinum. Myndin er av www.in.fo
Áki Bertholdsen
20. september 2024 kl. 11:25

Løgreglan og tey, sum annars vara av dysyinum í Føroyum, hava nú eftirmett hendingarnar í sambandi við dystin ímillum HB og Hajduk Split tann 1. august.

Tað var rættiliga ógvusligt undan dystinum, og eisini undir sjálvum dystinum, tí summir av kroatisku fjepparunum vóru so harðligir í síni framferð.

Løgreglan sigur, at hetta var ein støða, sum minti um hendingar, vit síggja á altjóða dystum kring Evropa.

­­– Hetta er óvanligt í Føroyum og tað setti síni týðiligu spor, og tí er støðan eftirmett, sigur løgreglan.
Í sambandi við dystin komu fleiri váðafjepparar, sum tey kalla tað, til Føroyar. Hetta eru fjepparar, sum eru kendir fyri at elva til ófrið.

Av tí sama hevði løgreglan samband við gistingarhúsini um fjeppararnar - men talan var kortini ikki um eitt formligt samstarv. Hevði talan verið um eitt formligt samstarv, hevði tað kanska borið til at fyrireika seg betur, sigur løgreglan.

Eftirmetingin hevur víst, at undir slíkum umstøðum hevði tað eisini verið hent at havt eitt betri samskifti við skeinkistøðini
Løgreglan sigur, at tá ið slíkir váðadystir eru, verður mett um trygdarviðurskiftini í tøttum samskifti við tey, sum hava ábyrgd av dystinum.

Men løgreglan vísir á, at mett verður, at trygdarviðurskiftini undir slíkum dystum, kunnu styrkjast, í tøttum samstarvi við tey, sum varða av dystinum.

Løgreglan sigur eisini, at tað var ein trupul uppgáva at kanna útlendsku fjeppararnar tí teir vóru so harðligir í síni framferð.

Tey halda, at hetta er orsøkin til, at tey fingu neyðbluss við sær til dystin. Tað er ógreitt, hvaðani tey høvdu fingið neyðblussini.

­­– Eftir dystin var friðaligt og tað var serliga tí at viðurskiftini vóru væl skipað, har føroysku áskoðarar fóru fyrst avstað ímeðan útlendsku fjeppararnir bíðaðu bíðaðu. 
­­– Sum heild hevur eftirmetingin víst, at vit eiga at fáa eina greiða váðaflokking tá ið fótbóltsdystir eru - og tað skal vera ein flokking, sum neyvt ásetir, hvørji trygdartiltøk eru hóskandi fyri at kunna basa harðligari atferð hjá fjepparum, sigur løgreglan.

Løgreglan heldur eisini, at lógin á økinum eigur at verða broytt, so at tað er greitt, hvørji tiltøk kunnu setast í verk. Eitt nú heldur løgreglan, at tað eigur at bera til at geva áskoðarum karantenu, sum hava víst harðligan atburð, so at teir ikki sleppa til dyst.

– Løgreglan tekur eftirmetingina til eftirtektar og tey siga, at tað, tey hava lært av hesum dystinum, fer at brynja allar partar betur, skuldi ein líknandi dystur verið aftur.

Sumt av tí, tey hava lært av hesum dystinum, kann ikki almannakunngerast tí tey vilja ikki siga nágreiniliga, hvussu tey fyrireika seg í sambandi við dystir, har stórur vandi er fyri ófriði á áskoðaraplássunum.