Í gjár varð tað skrivað politisk søga í Íslandi, tí yvir helvtina av tingsessunum í Altinginum fóru at verða mannaðar av kvinnum, og tað er ongantíð áður hent í einum evropeiskum landi áður.
Ella tað hildu vit.
Tí eftir eina fínteljing í útnyrðingsvaldøminum í Íslandi er greitt, at tað nú eru 33 menn valdir og 30 kvinnur valdar í Altingið.
Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.
Eingin broyting er í tingsessum fyri hvønn flokkin, har Sjálvstæðisflokkurin fekk 24,4 prosent og varðveitti sínar 16 tingsessir, Framsóknarflokkurin fekk 17,3 prosent, sum er ein framgongd uppá 6,6 prosent, sum eisini gav fimm eyka sessir, og hevur nú 13 tingsessir, meðan triði stjórnarflokkurin, Vinstri-grøni, fekk 12,6 prosent, sum er ein afturgongd uppá 4,6 prosent, og tað kostaði tríggjar tingsessir, so flokkurin nú hevur átta.
Tilsamans gevur tað stjórnarflokkunum 37 tingsessir av teimum 63 og framvegis meiriluta í Altinginum. Einasta broytingin eftir fínteljingina er kynið á trimum tingsessum, har tað í gjár varð sagt, at tað fóru at sita 33 kvinnur og 30 menn í Altinginum, men nú er greitt, at tað verða 33 menn og 30 kvinnur í Altinginum.