Lea Lisberg gjørdist stóri spælarin hjá EBS/Skála, tá tær leygardagin vunnu á AB í fyrsta umfari í steypakappingini hjá kvinnum.
Úrslitið gjørdist 6-0 til felagsliðið, sum var á odda við fýra í steðginum. Øll málini í fyrra hálvleiki skoraði Lea Lisberg, meðan málini í seinna hálvleiki gjørdu Íðunn Egilstoft og Sólja Ernstdóttir.
Við Løkin í Runavík skuldi dystur vera millum NSÍ og ÍF. Men av tí, at ÍF hevur tikið liðið úr steypakappingini, vinna runavíkskvinnur uttan dyst, og eru harvið – saman við EBS/Skála – víðari til fjórðingsfinalurnar, sum vera 5. og 6. juni.
Fjóðingsfinalurnar
Víkingur – NSÍ
KÍ – TB/FCS/Royn
B36 – EBS/Skála
HB – 07 Vestur
Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar 10. august og 15. september.
Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 1. oktober.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo