Talan var um ein veruliga botngysara, sum varð bríkslaður í gongd í Fløtugerði í dag. Dysturin var av stórum týdningi fyri bæði liðini, sum bæði eru undir niðurflytingarstrikuni, so ein sigur var eitt krav.
Men hóast málmøguleikar vóru í báðum endum, drógu mennirnir hjá Sigrfríða Skaale Clementsen longra stráið.
Boubacar Dabo skoraði einasta málið í dystinum ímillum ÍF og EB/Streym.
Jákup Nolsøe Olsen hjá ÍF gjørdist dagsin leikari.
Støðan aftaná dystin er tann, at EB/Streymur hevur 10 stig aftaná 16 dystir, eitt stig er upp til B68, ið eru røttu megin niðurflytingarstrikuna.
ÍF hevur einans trý stig aftaná 16 umfør, og byrjar meira og meira at líkjast einum niðurflytara.