EB/Streymur hevur aftur skift málverja

Seinnapartin hevur AB á heimavølli møguleika at lyfta seg uppum niðurflytingarstrikuna

Jóannes Hansen
12. august 2023 kl. 12:47

Klokkan 14 verður fyrsta bríksl inni í Vika á Argjum. AB fær vitjan av EB/Streymi, og tað er kappingin um at sleppa undan niðurflyting, sum stendur upp á spæl.

EB/Streymur er á áttanda plássi við 13 stigum, og AB er aftast við 10 stigum.

Higartil í ár hevur AB verið nógv darvað at skaðum. Í dag eru allir spælararnir tøkir. Tá ið AB tapti 5-0 í Gundadali ímóti HB var Ramzi Toure Idrissou leikbannaður, Rógvi Skála var vøddaskaddur, og liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann var ikki við, tí hann var skaddur í lærkrikanum.

EB/Streymur hevur ikki spælt í landskappingini síðani ólavsøkuumfarið, tá ið tað endaði við 3-1 tapi í Sørvági. Heimadysturin ímóti KÍ varð fyri viku síðani útsettur. Heilt stóri trupulleikin hjá EB/Streymi er, at báðir málverjarnir – Jóannes Davidsen og Fayo Kruse – eru skaddir. Í Sørvági vardi Símun Rógvi Hansen málið. Hann var leigaður frá NSÍ.

EB/Streymur arbeiðir við at finna nýggjan málverja tað,  sum er eftir av hesum árinum, men enn er tað ikki eydnast. Í dag verður tað eykamálverjin hjá 07 Vestur, Steven Van Dijk, sum fer at verja málið. Talan er um 26 ára gamlan hollendskan málverja. Hann vardi málið, tá ið 07 Vestur 9. mai vann 2-1 á Argjum. Tað var í kappingini um løgmanssteypið. Annars hevur hann var 07 Vestur málið í sjey dystum í 2. deild. Tóki H. Johannesen er langtíðarskaddur.

AB – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 14.00