Dysturin um røttu søguna er í gongd

Trump hevur hildið talu, har hann vil hava hægstarætt upp í leikin. Hann setur spurnartekin við eitt nú brævatkvøðurnar og sjálvt úrslitið

Sigurjón Einarsson
4. november 2020 kl. 08:20

Trump helt talu í Hvítu húsunum, har hann leggur eftir og sáðar iva um demokratisku tilgongdina, hvussu talt verður upp, har hann millum annað setur spurnartekin við brævatkvøðurnar. 

Enn valdar óvissa um úrsltið av forsetavalinum, og tað kann gott fara at taka dagar ella vikur, áðrenn vit kenna úrslitið. Trump leggur nú eisini trýst á skipanina við at sáða iva um brævatkvøður og uppteljingina, ið hann ynskir steðgaða, so undan slepst valsviki.

- Vit fara til hægstarætt við hesum. Vit krevja, at atkvøðugreiðslan og uppteljingin heldur uppat. Tað verður ikki atkvøtt meira – bara talt, segði Trump millum annað í sínari talu.

Í røðuni vissaði Trump sínar stuðlar, at tey fóru at vinna og hann sær tað soleiðis, at hann longu vunnið valið.

Nýggjasta er, at Joe Biden hevur vunnið Arizona, ið søguliga annars hevur verið ein republikanskur statur.