Trump helt talu í Hvítu húsunum, har hann leggur eftir og sáðar iva um demokratisku tilgongdina, hvussu talt verður upp, har hann millum annað setur spurnartekin við brævatkvøðurnar.
Enn valdar óvissa um úrsltið av forsetavalinum, og tað kann gott fara at taka dagar ella vikur, áðrenn vit kenna úrslitið. Trump leggur nú eisini trýst á skipanina við at sáða iva um brævatkvøður og uppteljingina, ið hann ynskir steðgaða, so undan slepst valsviki.
- Vit fara til hægstarætt við hesum. Vit krevja, at atkvøðugreiðslan og uppteljingin heldur uppat. Tað verður ikki atkvøtt meira – bara talt, segði Trump millum annað í sínari talu.
Í røðuni vissaði Trump sínar stuðlar, at tey fóru at vinna og hann sær tað soleiðis, at hann longu vunnið valið.
Nýggjasta er, at Joe Biden hevur vunnið Arizona, ið søguliga annars hevur verið ein republikanskur statur.