Dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt er útsettur

Dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt er útsettur til klokkan 18 í annaðkvøld. Hesum boðar KÍ frá á heimasíðuni hjá felagnum. Avgerðin varð tikin fyrrapartin á felagsfundi millum Uefa, Bodø/Glmit og KÍ

Kristian Waag Dam
12. juli 2022 kl. 12:12

Dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt er útsettur til klokkan 18 í annaðkvøld. Hesum boðar KÍ frá á heimasíðuni hjá felagnum. Avgerðin varð tikin fyrrapartin á felagsfundi millum Uefa, Bodø/Glmit og KÍ.

Talan er um retur-dystin í fyrsta undanumfari í Champions League kappingini. Bodø/Glimt vann fyrra dystin 3-0.

Ferðalagið hjá Bodø/Glimt hevur havt trupulleikar við at ferðast til Føroyar vegna veður. Ferðalagið skuldi eftir ætlan koma til Føroya í gjáramorgun.

Bodø/Glimt tók ikki av møguleikanum, at ferðast við Atlantic Airways sunnudagin, men vildi heldur flúgva við leiguflúgvara mánadagin. 

- Bodø/Glimt koma til Føroyar kl. 15.00 í dag, og tað ger at vit ikki kunnu spæla dystin í kvøld klokkan 19, skrivar klaksvíksfelagið á heimasíðu teirra.

Sostatt verður retur-dysturin eftir ætlan leiktur í Djúpumýru klokkan 18 í annaðkvøld.