Dysturin millum KÍ og BK Häcken byrjar klokkan 19:45

Í kvøld tekur KÍ móti svensku meinstarunum

Ragnar Sjúrðarson
26. juli 2023 kl. 18:33

Klokkan 19:45 verður dysturin millum føroysku og svensku meistararnir bríkslaður í gongd við Djúpumýru.

Tað gekk ikki long tíð til áskoðaraplássini vóru útseld og Bláa Bylgjan hevur skipað fyri upphiting í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag á Bøgøtu 4 síðan klokkan 17:30.

BK Häcken er greiður favorittur, men ikki eins greiður sum Ferencvárosi var í fyrsta undanumfarinum í Champions League móti KÍ. 

Tá fekk ein pengarnar umleið 18 ferðir aftur, um KÍ vann, meðan pengarnir nú “bert” verða fýrafaldaðir um KÍ sigrar í Klaksvík í kvøld.

Kringvarpið vísir bæði dystin í kvøld, og útidystin, ið verður leiktur um eina viku tann 2. august kl. 17.00.