HB hópurin lendi í gjárkvøldið í Tel Aviv, og er nú í holt við seinastu fyrireikingarnar, áðrenn Europa Conference League-dystin móti Maccabi Haifa, sum byrjar klokkan 18 føroyska tíð hóskvøldið.
Fyri 28-ára gamla René Shaki Joensen verður dysturin hóskvøldið heilt serligur.
– Ja, hetta verður heilt serligt fyri meg, tí pápi mín og partur av familjuni hjá mær eru úr og búgva í Ísrael. Tað er fýra ár síðani, at eg sá pápa mín seinast, so hetta er at gott høvi at síggja hann aftur, sigur René í viðtalu við Dimmalætting.
Hóast pápin í Ísrael ikki fylgir væl við í fótbólti, so roynir hann at fylgja við, hvussu tað gongur hjá soninum.
– Eg havi bjóðað honum atgongumerki, so hann kemur til dystin og fer at búgva tætt við hotellið, har HB-hópurin fer at búgva, so vit fáa vónandi góða tíð at heilsa upp á hvønn annan, sigur René Shaki.
René Shaki Joensen hevur eisini verið áhugaður at kenna sín ísraelska uppruna, tí í 2017 var hann og royndarvandi við Hapoel Peta Tikva í Ísrael, sum tá spældi í næstbestu deildini. Hóast samráðingar vóru millum Shaki og ísraelska liðið, so spurdist eingin sáttmáli burturúr ta ferðina, men tá vísti hann á, at hann tá hevði hug at læra landið og málið at kenna, so hann betur kundi samskifta við familjuna hjá sær har.
René letur væl at fyrireikingunum. Liðið hevur havt nakrar góðar dagar saman við góðum venjingum. Nú er fult fokus á dystin móti Maccabi Haifa.
– Vit vita ikki ordiliga, hvussu liðið hjá teimum sær út, men liðið er væl sterkari enn tey, vit higartil hava møtt. Nú eru vit í gongd við at studera liðið, sigur René.
Fyrr í vikuni var væntandi, at tað fór at verða serliga heitt hósdagin, 36 gradir. Nú sær heldur “frægari” út. Nú verður sagt frá góðum veðri og “einans” 32 gradir um dagin, og um kvøldið, tá dysturin verður bríkslaður í gongd, verður tað umleið 27 gradir.
Hóast tað verður heitt at spæla hósdagin, so hevur René góðar vónir.
– Vónirnar eru altíð góðar. Tað er góður stemningur í hópinum, og tað hevur eisini riggað væl hjá okkum seinastu tíðina, sigur René Shaki Joensen.
Dysturin í Haifa móti Maccabi Haifa byrjar hósdagin klokkan 18 føroyska tíð.