Samanumtøka
Fyri at taka samanum, so var talan um ein dyst, har bæði liðini komu fram til stórar málmøguleikar. Luksemborg átti meira bóltspæl í dystinum, men tá Gunnar Vatnhamar í fyrra hálvleiki fór oman í miðverjuna, soleiðis at Føroyar spældu við fimm í verjuni, fekk føroyska verjan betur tamarhald á álopunum hjá Luksemborg. Luksemborg royndi seg við somu álopstilgongd sum í fyrra dystinum ímóti Føroyum á Tórsvølli; langir og høgir bóltar afturum føroysku verjuna. Henda uppskriftin eydnaðist væl í byrjanini, millum annað fingu teir brotsspark burturúr einum slíkum álopið, men tá Føroyar fóru frá fýra til fimm í verjuni tóktist føroyska liðið at hava betur tamarhald á hesum støðunum.
Álopsspælið hjá føroyska liðnum var til tíðir gott. Í fyrra hálvleiki fingu Føroyar tríggjar málmøguleikar, ið mál kundi komið burturúr. Í seinna hálvleiki vísa føroysku leikararnir bæði áhaldni og treiskni, tí hóast Luksemborg økir um leiðsluna, megna føroysku leikararnir at koma afturíaftur. Hóast Føroyar høvdu málmøguleikarnir til at leggja seg framum, so er talan um gott úrslit á útivølli, har Føroyar bæði reisa seg í sjálvum dystinum, men eisini frá tí fyrra dystinum ímóti Luksemborg.
Dystargongd
Hóast føroyingarnir byrjaðu við bóltinum í fyrra hálvleiki, so varð tað Luksemborg, ið kom fram til fyrsta málmøguleikan; Luksemborg vinnur bóltin á miðjuni og spæla hann fram á vinstru síðu, har Sebastien Thill rekur við bóltinum. Thill, ið spælir beint handan áleypararnar skjýtur eitt skot eftir jørð, men skotið fer fram við stongina.
Stutt aftaná fáa Føroyar sín fyrsta málmøguleika. Hallur Hansson vinnur bóltin frá einum mótstøðuleikara á egnari hálvu. Føroyski liðskiparin rekur við nógvari ferð fram eftir á vøllinum og spælir bóltin til til Meinhard Olsen, men málverjin hjá Luksemborg kemur væl út og heldur tamarhald á støðuni.
1-0 til Luksemborg
Luksemborg er í hálvuni hjá føroyingum, tá bólturin verður spældur út á høgru síðu. Har frá verður ein bóltur spældur djúpt inn í føroyska brotssparksteigin, har kviki áleyparin hjá Luksemborg, Gerson Rodrigues, rennur við fullari ferð eftir bóltinum. Samstundis rennur føroyski málverjin, Gunnar Nielsen, eftir bóltinum, ið er skotin inn í brotssparksteigin, men Gunnar Nielsen fellur kvika áleyparin hjá Luksemborg. Dómarin bríkslar við floytuni: Brotsspark til Luksemborg.
Rodrigues, ið eisini skeyt straffi í fyrra dystinum ímóti Føroyum, tekur sær eisini av brotssparkinum hesuferð. Hann er lýtaleysur og skorar. 1-0 til Luksemborg.
Hóast Luksemborg er tað betra liðið í fyrra hálvleiki, so koma Føroyar fram til tríggjar góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Ein av teimum var, tá 19 minuttir vóru leiktir; Viljormur Davidsen rekur inn í brotssparksteigin hjá Luksemborg frá vinstru síðu. Hann setur ein verjuleikara hjá Luksemborg av og spælir ein stuttan bólt til Jóannes Bjartalíð, sum kemur rennandi inn í brotssparksteigin og skjýtur bóltin ímóti málinum, men málverjin hjá Luksemborg bjargar góða, lága skotinum hjá Jóannes Bjartalíð.
2-0 til Luksemborg
Luksemborg er í álopið. Bólturin verður spældur á vinstru síðu. Ein leikari hjá Luksemborg sparkar ein høgan bólt inn fyri í føroyska brotsteigin, har liðskiparin hjá Luksemborg, Leandro Martins, finnur rásarúm millum føroysku veruleikarnar. Bólturin kemur flúgvandi inn fyri og endar frammanfyri liðskiparan hjá Luksemborg, ið skjýtur bóltin í føroyska málið. 2-0 til Luksemborg.
2-1 til Luksemborg
Stutt aftaná, at Luksemborg høvdu økt um leiðsluna, svaraði Føroyar aftur. Aftaná eitt innlegg frá vinstru síðu verður rudda burtur av verjuni hjá Luksemborg, endar bólturin leysur í brotsteiginum, har Jóannes Bjartalíð er fyrsti maður á bóltinum og við einum framúr, flatum skotið skjýtur hann bóltin í málið hjá Luksemborg.
Aftur Jóannes Bjartalíð
Tað gingu ikki meir enn tríggir minuttir frá tí, at Jóannes Bjartalíð hevði skorað til, at Jóannes Bjartalíð skoraði aftur; Føroyar eru í álopið. Meinhard Olsen rennur ímóti brotsteiginum frá vinstra kanti. Bjartalíð rópar eftir bóltinum. Hann stendur beint uttanfyri brotsteiginum. Meinhard spælir eina stutta avlevering og Jóannes Bjartalíð skjýtur við fyrstu nertingini. Bólturin rakar ein verjuleikara hjá Luksemborg, skiftir kós og endar í netinum hjá Luksemborg. Javnleikur, 2-2.
Eftir at Føroyar høvdu javnað, tók Luksemborg alsamt meira takið á dystinum, meðan føroysku leikararnir løgdu seg longur aftur at verja. Hóast, at Luksemborg slapp at halda uppá bóltin, so eydnaðist teimum ikki at leggja seg framum aftur. Dysturin endaði við javnleiki, hóast Føroyar var aftanfyri við tveimum málum.
í løtuni liggja Føroyar nummar trý við fýra stigum í sínum bólki í Nations League. Næstu Nations League-dystirnir vera í septembur, tá skulu Føroyar spæla ímóti Turkalandi og Litava.