Dýri biðidagur er eisini bílígur biodagur
Havnar Bio hevur fleiri filmar á skrá dýra biðidag, og atgongumerkini eru bíligari enn vanligt
Fríðmundur Nattestad
25. apríl 2024 kl. 16:00
Í morgin, fríggjadagin 26. apríl, er dýri biðidagur - men í Havnar Bio er bíligur biodagur.
Biografurin í Havn hevur fleiri filmar á skrá, og fyrsti filmurin verður tendraður longu klokkan 10 um morgunin.
Øll atgongumerki verða seld fyri 60 kr.
Sí meira á heimasíðuni bio.fo