Dýrari at brúka heilivág og dýrari hjá arbeiðsgevarum í sambandi við sjúku

Men búskapurin er sterkur, sigur landsstýriskvinnan

Áki Bertholdsen
29. september 2023 kl. 10:37

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2024.

Uppskotið til fíggjarlóg vísir, at roknast kann við 64 milliónum í halli næsta ár. Metingin í játtanarkørmunum í vár var annars 60 milliónir í avlopi. Størstu orsakirnar til hallið eru lægri inntøkur frá tøkugjaldi enn mett, og at nógvar løguverkætlanir eru í gongd.

Tilsamans verða inntøkurnar frá skatti og avgjøldum næsta ár, 7.221 milliónir, og útreiðslumetingin er 7.285 milliónir.

Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar 6.553 milliónir krónur, og løgur og løgukendar útreiðslur eru 732 mió. kr.

Búskapurin er væl fyri

Búskaparvøksturin, sum seinastu árini hevur verið óvanliga høgur, væntast at hæsa av næstu 1-2 árini. Hetta er orsakað av teimum rembingum, sum hava verið av russisku innrásini í Ukraina, og sum hava havt við sær prísvøkstur og rentuhækkingar, sigur landsstýriskvinnan.

– Fíggjarmálaráðið metir tó, at føroyski búskapurin er væl fyri til eitt tíðarskeið við lægri búskaparvøkstri og møguligum halli.

– Arbeiðsloysið er lágt, arbeiðsmarknaðurin er væl fyri, og væntandi hækkar BTÚ 4-5% í 2023 og 2024. Harafturat eru almenni og privati geirin ikki skuldarbundnir. 

– Størsta avbjóðingin í almenna búskapinum er vantandi haldførið, sum millum annað kemur av, at lutfallið ímillum arbeiðsstyrki og tal av eldri, minkar.

– Skal tað almenna hava sama tænastustig frameftir, er tað bráðneyðug at seta tiltøk í verk fyri at bøta javnvágina millum almennar inntøkur og útreiðslur.

Landsstýrið setir tí fleiri tiltøk í verk.

– Egingjaldið fyri heilivág hækkar, og arbeiðsgevarar skulu rinda ein størri part av sjúkradøgunum hjá starvsfólkunum.

– Tilsamans verða tiltøk framd fyri umleið 70 mió. kr. Aftrat hesum arbeiðir landsstýrið víðari við ætlanini at hækka pensjónsaldurin og fer eisini at hyggja nærri at skipanini við rentustuðli.

Av raðfestingum fyri 2024 kunnu nevnast, at KT-skipanir í sambandi við føroysku skattaskipanina skulu nútíðargerast, Kalsoyarferja verður fyrireikað, lønarlyft til starvsfólk á umsorganarøkinum, størri játtan til fólkaskúla og heilsuverk, ríkisveitingin lækkar, og ein føroysk náttúrufyrisiting verður stovnað.