Durita Fagradal Augustinussen er farin at kanna, hvat føroyska Z-ættarliðið – tað eru tey, sum eru fødd millum 1995 og 2010 – halda um føroyska arbeiðsmarknaðin.
Durita er júst byrjað í praksislæru í Vinnuhúsinum, og her fer hon at kanna, hvørji ynski og krøv hesin aldursbólkurin setur til arbeiðsmarknaðinum, arbeiðsgevarum og arbeiðsumhvørvinum.
Vinnuhúsið skrivar, at tey komandi árini fer Z-ættarliðið í støðugt størri mun at átaka sær størv á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eitt, sum sermerkir hendan aldursbólkin er, at tey eru uppvaksin við internetinum, og har atgongdin til allan heimin hevur altíð verið ein inngrógvin partur av teirra lívi.
Í heyst fer Durita at skipa fyri víðfevndari spurnarkanning, har øll í Z-ættarliðinum verða biðin um at luttaka. Hetta, so tey ungu sjálvi kunnu meta um føroyska arbeiðsmarknaðin, hvørjar møguleikar tey ungu hava, men eisini hvørjar treytir tey ungu seta, fyri at tey kunnu trívast í einum starvi.
Kelda: Vinnuhúsið