“Druk” vann Oscar fyri besta altjóða film – Chloé Zhao besti leikstjóri fyri “Nomadland”

Thomas Vinterberg var tilnevndur ein Oscar fyri filmin “Druk” og eisini sum besti leikstjóri. Hann vann fyri filmin, men besti leikstjóri gjørdist Chloé Zhao fyri filmin “Nomadland”, ið er um ágangin, sum asiatar eru fyri í USA í hesum døgum

Sigurjón Einarsson
26. apríl 2021 kl. 11:30

Danski filmurin “Druk”, sum Thomas Vintherberg hevur leikstjórnað, vann ein Oscar fyri “besta atljóða film”. Hetta hendi, tá Oscarsvirðislønirnar vórðu handaðar í nátt okkara tíð.

“Druk” hevur longu vunnið nógvar heiðurslønir. Til Bafta-handanina vann filmurin viðurslønina sum besti ikki-enski filmurin og á European Film Award fekk filmurin heiðurin sum besti filmur.

Tað var ein rørdur Thomas Vinterberg, sum fór á pallin at móttaka sín Oscar-heiðursløn. Ein stóran part av takkarrøðuni snúði seg um dóttrina hjá Thomas Vintherberg, Idu Mikkelsen, sum einans 19 ára gomul doyði í ferðsluvanlukku, júst sum tey vóru farin undir upptøkurnar til filmin.

Dótturin skuldi eftir ætlan sjálv hava spælt við í filminum, og tað var eisini hon, ið av fyrstan eggjaði pápa sínum at gera ein film um drukk. Tí kenda hann á sær, at hann var noyddur at gera filmin lidnan. Filmurin er tí eisini ognaður henni, segði ein týðuliga rørdur Thomas Vintherberg.

Chloé Zhao besti leikstjóri

Hóast Thomas Vinterberg eisini var tilnevndur ein Oscar sum besti leikstjóri, so var tað kinverska Chloé Zhao, sum gjørdist besti leikstjóri fyri filmin “Nomadland”. Chloé er bert tann næsta kvinnan at vinna hesa heiðursløn.

Í kjalarvørrinum av amerikansku rørsluni, Black Lives Matter, hevur ein onnur rørsla stungið seg fram – Stop Asian Hate – tí fólk av asiatiskum uppruna eru fyri so stórum korona-ágangi í USA í hesum døgum.

Chloé Zhao hevur gjørt amerikanska filmin “Nomadland” um hetta evnið, sum Filmsfelagið vísti tann 7. apríl.

Danmarks Radio hevur gjørt eitt longri innslag um Asian Hate, sum er ein vaksandi trupulleiki í USA. Innslagið sæst her.