“Druk” vann eina BAFTA-virðisløn

BAFTA: Danski filmurin “Druk” vann sunnukvøldið virðisløn fyri besta ikki-enskmælti filmurin á bretsku BAFTA-handanini. Bretska BAFTA-virðishandanin er ofta eitt gott mið, hvørjir filmar fara at vinna ein Oscar-filmsvirðisløn. Oscar-handanin verður tann 25. apríl

Sigurjón Einarsson
13. apríl 2021 kl. 07:50

Thomas Vinterberg og restin av toyminum handan danska filmin “Druk”, sum hevur fingið góða undirtøku, vann enn eina altjóða virðisløn sunnukvøldið, tá filmurin varð heiðraður sum besti ikki-enskmælti filmurin á bretsku BAFTA-filmsvirðislønarhandanini, sum ofta verður nevnd fyri bretska útgávan av Oscar-filmsvirðislønarhandanini.

Hetta er fyrstu ferð í 32 ár, at ein danskur filmur hevur vunnið eina BAFTA-virðisløn í bólkinum fyri besta ikki-enskmælta filmin. Síðstu ferð var í 1989, tá filmurin “Babettes Gæstebud” hjá Gabriel Axels vann. Joshua Oppenheimer vann í 2014 eina BAFTA-virðisløn í bólkinum fyri heimildarfilmar fyri filmin “The Act of Killing”.

Thomas Vinterberg hevur áður verið tilnevndur fyri filmarnar “Festen” og “Jagten” – tó uttan at vinna.

Ofta verður sagt, at BAFTA-handanin er ein forsmakkur av, hvat vit kunnu vænta okkum av Oscar-handanini, ið verður tann 25. apríl. Tí ofta ganga somu filmar aftur, sum eru tilnevndir og vinna eina Oscar-virðisløn, eftir at hava vunnið eina BAFTA-virðisløn.

“Druk” hevur vunnið fleiri virðislønir hetta seinasta árið, men nú er størsta virðislønin eftir at vinna – Oscar-virðislønin, sum verður tann 25. apríl, har “Druk” skal kappast við rumenska heimildarfilmin “Collective”, bosniska “Quo vadis, Aida?”, “The Man Who Sold His Skin” frá Tunesia og “Shaonian de ni” frá Hong Kong.