Margretha drotning hevur korona

Tað er óvist um drotningin hevur nøkur sjúkueyðkenni

Kristian Waag Dam
21. september 2022 kl. 13:44

Margretha, drotning, hevur fingið korona. Hesum boðar kongshúsið frá í dag á heimasíðu teirra. Drotningin heldur tískil til á Fredensborg Slottinum.

Tað er enn óvist um drotningin hevur nøkur sjúkueyðkenni. Lítið og einki stendur í skrivinum um heilsuna hjá drotningini. Sambært skrivinum, so fekk hon staðfest korona í gjárkvøldið.

Fyrr í vikuni var danska drotningin og fylgdi Elizabeth drotning. Tað er óvist hvar hon er vorðin smittað.

Av tí at drotningin er testa positiv fyri koronu, eru øll tiltøkini hesa vikuna, sum hon eftir ætlan skuldi luttaka í, vorðin avlýst.  

Fríggjakvøldið skuldi drotningin verið vertinna á Christiansborg fyri donsku stjórnini, fólkatinginum og donsku limirnar í Evropa-tinginum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Margretha, drotning, hevur korona, so seint sum í februar í ár fekk hon staðfest korona fyri fyrstu ferð.

Drotningin er 82 ára gomul og hevur drotning í Danmark í eitt sindur meir enn 50 ár.